FSF: Fríggjadagin 17. juni klokkan 19:45 spælir føroyska manslandsliðið fyrsta heimadystin í verandi EM-undankapping, tá Kekkia kemur hendan vegin á vitjan.
Og tríggjar dagar seinni, týsdagin 20. juni, eisini klokkan 19:45 er mótstøðuliðið Albania.
Atgongumerki til dystirnar eru nú byrjað, og fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Atgongumerkini eru býtt í tríggjar kategoriir (kostnaðarbólkar), og í fyrstu atløgu verða 2.000 atgongumerki til hvønn dyst sett til sølu.
Kostnaður
Kat. 1 (bólkur 103-106): 200 kr.
Kat. 2 (bólkur 107-108): 150 kr.
Kat. 3 (109, 110, 112 og 113): 100 kr.
Nú Tórsvøllur fyribils er liðugt út- og umbygdur, samstundis sum nýggju ljósini eru um at verða klár, er pláss fyri umleið 5.200 áskoðarum kring vøllin.
Skráin 2023
17. juni kl. 19:45 Føroyar – Kekkia
20. juni kl. 19:45 Føroyar – Albania
10. sept. kl. 17:00 Føroyar – Moldova
12. okt. kl. 19:45 Føroyar – Pólland
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo