FSF: Sølan av landsliðspakkum, ið er atgongumerki til allar heimadystirnar í UEFA Nations League 2022/2023, hevur gingið væl. Higartil eru umleið 700 landsliðspakkar seldir.
Men á midnátt hóskvøldið 28. apríl endar sølan av Landsliðspakkum, og frá fríggjadegnum 29. apríl klokkan 12:00 verður latið upp fyri sølu av atgongumerkjum til hvønn einstakan dyst.
Atgongumerkini eru býtt í tríggjar kategoriir (kostnaðarbólkar), og fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF. Í hesum sambandi kann nevnast, at til dystin móti Turkalandi, er sølan einans opin fyri føroyskum IP-adressum.
Kostnaður
Kat. 1 (bólkur 103-106): 200 kr.
Kat. 2 (bólkur 107-108): 150 kr.
Kat. 3 (109, 110, 112 og 113): 100 kr.
Nú Tórsvøllur fyribils er liðugt út- og umbygdur, er pláss fyri umleið 5.200 áskoðarum kring vøllin.
Skráin
7. juni (kl. 19:45) Føroyar – Luksemborg
11. juni (kl. 17:00 Føroyar – Litava
25. sept. (kl. 19:45) Føroyar – Turkaland
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo