Reyðæti er týdningarmikil partur av grundarlagnum undir lívinum í sjónum. Tí ræður um at hava tunguna mitt í munninum, tá tosað verður um at fara undir handilsliga veiðu av reyðæti, tað kemur fram í grein í The Guardian sum Regin Winther Poulsen, journalistur, hevur skrivað.
Í greinini verða royndirnar hjá Jákup Sverra eftir reyðæti lýstar, eins og tosað verður við millum annað Eilif Gaard á Havstovuni og Jógvan í Skorðini, vinnulívsmann, um royndir og møguleikar.
Í Noregi, har fiskiskapur eftir reyðæti hevur verið eina tíð, eru ikki øll líka fegin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo