Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, bjóðaði við hesum orðum vælkomin, tá ritverkið Kvøl var lagt fram á Bókasavninum við Løkin/Løkshøll í kvøld:

Vit hava skipað samfelag okkara við fólkaræðisligum stovnum í tríbýttum høpi – klassiska demokratiska formatiónin. Valdini skáka hvørt annað. Í øðrum lagi hava vit skipað samfelagsstovnar, eitt nú kommunur, ið fyrst og fremst hava til endamáls at leggja samhaldsfastar undirstøður. Á hesum lunnum og omanfyri alt hetta skal hin frælsi tankin, virkishugurin og skapanarevnini hjá einstaklinginum ótarnað sleppa at virka, líkamikið um tað snýr seg um vinnu, mentan, list ella skaldskap, sum er kjarnin hesa løtuna á Bókasavninum við Løkin, sum við skili er skipað og hevur skipað seg sum kommunal undirstøða á sínum móti.

Lættari hevði verið at spurt: Hvat kann kommunan, landsstýrið ella fyri alt tað danski staturin gera fyri meg? At flutt uppdriftina, sum býr í hvørjum einstakum, meiri og minni, yvir í høpi, sum eru sett í verðina til tess at umsita undirstøðuna. Tað roynist kortini ikki frægari heldur enn at míga í serkin, fyri at halda varmanum eina løtu. Allar royndir tann vegin eru miseydnaðar – ja, heil stórveldi eru rapað av hesi orsøk, tá menniskjað varð magadrigið fyri virkni og skapan til tað at gerast statistur í einum drepandi verðsligum valdsapparati.

Flestu livandi verur samskifta – kommunikera. Ljóð verða varpað til og frá. Vit menniskju eru í tí serstøðu, at vit hava ment eitt ótal av málum, sum eru kervi undir øllum samskifti. Úr skúlum okkara hava vit hvør í sínum lagi fingið so frægt av kálvføðing, at vit so dánt fáa samskift á enskum, donskum, íslendskum, týskum, fronskum, sponskum, russiskum og sum onkur tók til, - á blandinaviskum. Hjá mær og teimum flestu snýr hetta seg fyri tað mesta um eina undirstøðu til tess at geva boð frá sær og at fata, soleiðis á leið, táið samskift verður við menniskju úr øðrum tjóðskapum. Móðurmálið er eisini ein undirstøða til samskifti – men hendan gávan úr móðurlívi, sogin inn við móðurmjólkini, løgd niður í teg av mammum, pápum, ommum, abbum, námsfrøðingum, kennarum, miðlum og skaldskapi eigur eisini í sær eina aðra og størri dimensión. Ein kollektiv ogn hjá tjóðini. Ongin kann taka hana frá okkum, vit fáa heldur ikki tikið hana frá hvørjum øðrum, einasta møguleikan vit einsamøll eiga - er at forkoma henni, um vit ikki stútt og støðugt halda vakt yvir ognini og røkja hana.

Hesin ósjónligi strongurin, sum ferðast aftur og fram eftir einum andaligum infrakervi millum okkum føroyingar, dag og dagliga, er unikkur, tað er bert fáum smáum bólkum av fólki beskorið at vera í hesi somu støðu. Vit vóru eitt annað fólk, um vit ikki áttu okkara egna mál, móðurmálið, arvað og ment úr kvæðum, skaldskapi og spjallan millum menniskju. Einaferð var vátt undir fótum, um tað lagið, at tað foyktist, heilt, men romantiska tjóðskaparrørslan, sum rak sunnaneftir inn yvir okkum, festi í hjá kvinnum og monnum, og í dag er móðurmálið miðilin millum manna frá lúnningum til fróðskaparsetur. Hartil ein partur av sálini – tí hanga so mangir aðrir lepar uppi við hesum høpi. Kenslur, passión og empati.

Fyri nøkrum árum síðan varð heitt á meg um at flyta fram røðu á fólkafundi í Núpsdali á Sandoynni. Nakað norðanfyri Skálavík. Hon er ein av mongum smærri bygdum í Føroyum. Mangar teirra hava skapt stór andsmenni, kundi so hissini nevnt Miðvág, Gjógv, Sandvík og Sumba, men í hesum førinum var eg staddur úti á villum víddum, saman við Jógvani biskuppi, sum var hin røðarin, og loyvdi mær at taka soleiðis til undir yvirskriftini: Úr Kirkjugerði á rostra í Núpsdali:

“Ein íslendskur rithøvundur helt fyri, at heimurin er ein stórur pallur, og táið jørðin er rund, finst bert ein miðja, har hvør einstakur jarðbúgvi heldur til. At tosa um stórar tjóðir og smærri tjóðir, randarøki, heimshorn, provinsmentan og annað á sama bógvi, vísir bert aftur á, hvør ið hevur valdið til at siga, hvat ið er rætt og hvat ið er rangt. Soleiðis giti eg mær, at skálvíkingar hava hugsað. Teir defineraðu seg ikki í mun til onkran annan, tí teir stóðu í miðju jarðar, og soleiðis áttu øll onnur at hugsað. Uttan fáfongd og stórlætiskompleksir. Skúlaskapur fyri øll er lutfalsliga nýtt fyribrigdi í Føroyum, kortini hevur parameturin um góðar ella ringar kennarar verið ráðandi, táið vit hava mett um munin á kjølfestu og kálvføðing í teim ymsu bygdum og býum. Og satt er tað, at nám, kensla, skúlaskapur og vælferð fólksins eru tvær alin av sama vaðmali. Allastaðni. Kortini tykist hendan sannroyndin ikki at vera so svørt hvít her í bygdini. Litteratarnir, Kristian á Gerðabrekku, Hans Jacob í Stovuni og Hans Dalsgaard – Viderø, Heðin Brú og Hans Dalsgaard - halda lítið um kensluliga undirstøðukervið í teirra tíð – skúlan – sum kveikjara til ókomnar dagar. Soleiðis er tærið, sum hevur ment so merkiliga nógvar úrmælingar, komið úr øðrum høpi. Rationaliteturin í bygdarmentanini má hava havt eina aðra gongd her um leiðir, andin hevur verið hægri enn flestu aðra staðir í landinum, hóast at tað ikki búleikaðust fleiri enn stórt hundrað fólk í bygdini fyri gott og væl 160 árum síðani.”

At tríggir littererir klassikarar, sum enn lýsa líka bjartir, drúgt skeið eftir at teir eru farnir um jarðisku sýnuna, er rættiliga einastandandi, og leiðir okkum aftur til móðurmál og mentan okkara – okkara undirstøðukervi.

Í dag er tað kanska oftari at fólk taka eina selfie heldur enn ábyrgd, men sjálvandi verða ábyrgdir tiknar í ymsum høpum dag og dagliga. Í einum hugaroki um fyriskipanina av mentanarvikuni í Runavíkar kommunu í 2021 kom hugskot upp úr orðaskiftinum um at skipa fyri einari stuttsøgukapping. Filosofiska endamálið var sjálvandi, at fáa føroyingar at brúka sítt egna mál í skaldsligum snaringum, at rúmka um skaldsliga tilfeingið hjá tjóðini, at eggja evnagóðum fólki at fara til verka og kappingarluturin var ikki ætlaður sum annað enn gularót fyri stóran ómak og hygni. Hendan løtan prógvar, at vit miðaðu rætt. Handritini vóru væl fleiri enn vit væntaðu, og um tærið í teimum er onkur frægari at døma um enn eg. Í samskifti við Sprotan í Vestmanna gjørdu vit av at prenta nakrar av søgunum, valdar av dómsnevndini. Týðandi var at fáa tær at liggja í pappírsgoymslu millum kápur, heldur enn á hissini teldum, har skinklandi talgilding kann gera enda á teimum, og ongin, uttan høvundurin sjálvur, kanska, finnur tær aftur. Um væl vil til, kunnu tær nú eisini brúkast í frálæru á skúlum okkara.

Um hetta er uppgávan hjá einari kommunu at fáast við, kann av røttum spyrjast um. Liggur kanska á markinum, men táið tað snýr seg um móðurmálið, okkara dýrasta felagsogn, so er neyðugt at øll taka ábyrgd, eisini kommunur, og í hesum førinum var kappingin bara undirstøðukervi, sum gav evnaríkum og hugaðum fólkum møguleikan at brúka sínar viðføddu gávur. Við hesum fari eg at takka fyriskiparunum av mentanarvikuni, Bókasavninum við Løkin, kommununi og tykkum sum tóku lut í kappingini hjartaliga fyri átakið og væl úr hondum greitt verk.

Nú spyr onkur forvitin og hugaður helst: Var hetta bara ein einstøk súð, sum skuldi syftast?

Í sama hugaroki varð umrøtt, um hetta skuldi vera eitt afturvendandi tiltak. Semja var um tað, og hugurin stóð til at skipa fyri kapping um at skriva essays – stuttar ritroyndir í algongdum sniði við tilvitandi sjálvmerktum dámi. Ein háttur sum kanska í minni mun er brúktur í føroyskum skaldskapi. Eitt essay letur seg kanska ikki eyðmerkja á sama hátt sum stuttsøgan, yrkingin og skaldsøgan - í longd og formi – men ein gitin ritroynd, serliga aktuel  í løtuni, nú læknastríðið í Klaksvík hevur verið á breddanum aftur, er “Fyri Bjørg” eftir gjáarmannin Sigurð Joensen, - kennari, skald og landsrættarsakførari.

Eitt lítið brot úr hesum essay:

“Pálmasunnudagur í ljósatendring. – Klokkan er átta. Nú fara tey í Klubban í Havn at síggja, hvussu nógvar gangstarar Gary Cooper fær fyri skotið. Teaturtíð í høvuðsstaðnum. Eisini í Klaksvík fer tjaldið upp. Íslitið innanvíka. “Thorshavn” undan Klakki. “Thorshavn” sæddur. Leikur byrjar. Róp hoyrast. Rópið harðari. Bið Óla Jákup rópa. Livi Halvorsen! Duplið lívvaktina! Mannið bryggjuna! Kringsetið Varpið! Aftur kom kavarokið. “Thorshavn” hvørvur. Hvar leggur hann at? Ja, hvar leggur “Thorshavn” at? Nú sæst hann. Hann himprast. Hoyr, Fischer, tað kom fjáltur á skipið. Hvat bagir “Thorshavn”? Hvør er diagnosan? Trúgv mær: Menniskjuni lumpa seg sjálv og onnur, men aldri skip. Skip hava nervar, fínari enn ríðingarross. Tann minsti ivi hjá skiparanum fer sum ravmagnsgeislar um skipsins kropp. Tú sært, “Thorshavn” lystrar ikki róðrið. Hvar fer hann? Yvir á Stengur? Nei, nei, hann dettur inn á Klaksvíkina. Men har er jú avtakið við menn og kvinnur. Nylonbein og sjóstivlar upp í ginið, nertzkápur og oljudansar hvørt um annað. Og nú koma teir mobilu tropparnir aftur av Stongunum.”

Fyritreytirnar fyri næstu kappingini fara vit at hoyra meiri um í næstum – og essay´ini skulu vera dómsnevndini í hendi í góðari tíð fyri mentanarviku okkara fram á várið í 2022.

Takk fyri tykkara íkast øll somul og fyri ábyrgdina tit tóku á tykkum móðurmálinum til frama.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo