Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Arbeiðstíðin er ein av týdningarmestu spurningunum í eini sáttmálasamráðing. Ein spurningur, sum hevur beinleiðis ávirkan á fíggjarligu viðurskiftini hjá kommununum.

Verður arbeiðsvikan stytt, so sum landsstýrið ætlar, úr 40 tímum niður í 37 tímar, fer hetta at hava við sær eina hækking av tímalønini á 8,1%.

Talan er eftir okkara tykki um eitt beinleiðis inntriv í samráðingarrættin hjá kommununum.

Eitt inntriv, sum fer at hava ógvusligar fylgir fyri bæði
dagstovna- og eldraøkið.

At arbeiðsvikan verður stytt so munandi, fer umframt at hava búskaparligar avleiðingar, eisini at hava við sær, at kommunurnar koma undir enn størri trýst við at manna øll størv og vaktir á til dømis eldraøkinum og á dagstovnaøkinum.

Á hesum økjum eru kommunurnar framman undan raktar av starvsfólkatroti. Við styttri arbeiðsviku mugu tímarnir býtast millum uppaftur fleiri starvsfólk.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tekur undir við sjónarmiðinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag um, at tað eru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum í sáttmálasamráðingum eiga at loysa spurningin um arbeiðstíðina.

Verður arbeiðstíðin stytt við lóg, fer hetta uttan iva at hava ávirkan á komandi sáttmálasamráðingarnar.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Per Martin Gregersen, formaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo