Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Heilsumálaráðið: Eitt ár er liðið, síðan Fólkaheilsustýrið varð sett á stovn tann 1. januar 2023, og á 1’ára degnum fyri stovnanina, varð farsóttarmálsøkið formliga yvirtikið og flutt á føroyskar hendur. Í hesum sambandi skipaði Fólkaheilsustýrið fyri móttøku í gjár.

Fólkaheilsustýrið, sum er okkara føroyski heilsumyndugleiki, hevur fingið ábyrgdina av at umsita farsóttarøkið. Farsóttarøkið fevnir um øll tey viðurskifti í føroyska samfelagnum, sum kunnu verða ávirkað av einari farsótt.

“At styrkja Fólkaheilsustýrið er ein av raðfestingunum hjá mær í 2024. Endamálið við raðfestingini er at fremja fyribyrging og fólkaheilsu og at tryggja yvirtøkuna av farsóttarmálsøkinum.” Millum annað soleiðis segði Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, í røðu sínari til móttøkuna.

Øll røðan kann lesast her.

Um Fólkaheilsustýrið
Fólkaheilsustýrið er skipað sum ein sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum. Uppgávurnar hjá Fólkaheilsustýrinum eru fjølttáttaðar, og fevna m.a. um at ráðgeva politiska myndugleikanum, fólkaheilsuarbeiði, kunning, gera vegleiðingar og leiðbeiningar, hagtøl og greiningar.

Á heimasíðuni hjá Fólkaheilsustýrinum www.folkaheilsustyrid.fo er nærri kunning um virkisøkið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo