Ein hin virðismesti eginleikin hjá einum leiðara er at savna evnaríkar starvsfelagar um seg
- Norman A. Augustine

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Nýtt savn eftir Onnu Malan Jógvansdóttir

slímutur snigil
undir
hjartaskalinum
eg
eri
hvít
mítt hjarta
ber beinagrindina
uttaná

Korallbruni er annað savnið hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir. Í 2015 útkom yrkingasavnið Undirfloyma, ið hon listprýddi sjálv. Hesuferð hevur hon eisini myndprýtt savnið Korallbruni, m.a. við tara sum hon hevur funnið í Nólsoy.

Anna Malan Jógvansdóttir er ættað úr Nólsoy, hon er fødd í 1995, í løtuni gongur hon á Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn. Í 2016 lat Mentamálaráðið henni Virðisløn til ungt listafólk. 

Í fyrra savninum ferðast vit í myndum og yrkingum gjøgnum ein holdbundnan og stundum ræðandi vakurleika ímóti einum heimi, har eymleikin kundi hómast. Í savninum Korallbruni hevur

Eitt rák móti náttúruni
Anna Malan hevur flutt seg bæði í mun til innihald og formtilvit. Savnið er eitt umfar um eitt eg, ið druknar seg fyri at gerðast eitt við havið. Aftaná deyðan upploysist likamið og verður etið av krabbum og krossfiskum. Ein taraskógur veksur úr rovinum, soleiðis gerðst egið aftur eitt við havsins og náttúrunar ringrás.

Høvundin sigur at savnið er ein roynd at skriva seg vekk frá menniskjanum og út í natúruna, so hon kann sleppa at ráða. Her arbeiðir Anna Malan út frá einum sokallaðum posthumanum og natúrheimspekisleiddum rákið, ið er sterkt í hesum døgum innan innan list og skaldskap í Norðurlondum. Savnið minnir okkum um at vit eru noydd at endurhugsa okkara støðu í heiminum, at tað materiella, ikki bert er deytt, óvirki, men júst sum yrkjarin vísir okkum, nakað sum er ein partur av øllum og av okkum sjálvum.

Korallbruni
Forlagið Eksil
Savnið er 48 síður
Rættlestur: Kirsten Brix
Redaktørur: Kim Simonsen
Sniðgeving: Veingir 
Í Bókahandlunum frá 20 apríl. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo