Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tómu handilshillarnar sum vit síggja í hesum døgum er ein forsmakkur upp á tað, sum vit kunnu vænta okkum meira av, um øvundarfongdu vinstrakreftirnar fáa makt sum tey hava akt (mynd frá KVF).

Tómu handilshillarnar sum vit síggja í hesum døgum er ein forsmakkur upp á tað, sum vit kunnu vænta okkum meira av, um øvundarfongdu vinstrakreftirnar fáa makt sum tey hava akt (mynd frá KVF).

Munur er á at skapa sær, og at skapa nakað. Sum samfelag hava vit stóran tørv á kreftum, sum skapa nakað (so sum at gera íløgur í ymist virksemi, sum gagnar einum sjálvum, og samfelagnum sum heild). Men heldur enn at skapa nakað eru summi í hesum døgum farin at skapa sær so mikið nógv, at samfelagið er blivið endavent til at líkjast einum kommunistiskum landi við tómum handilshillum og tómum bensinstøðum. Hvør skal siga: ‘Sosialisman leingi livi’.

Tað gongur sjón fyri søgn at tann bólkurin av kreftum, sum stendur aftan fyri hesi átøk er ikki kendur fyri at gera kapitalistiskar verjugarðar, men heldur fyri sítt vinstrahalla øvundarlyndi, har tað hevur størri týdning at tosa niður á tey, sum royna at skapa nakað, enn at eggja fólki til sjálv at royna sítt besta fyri at klára seg her í lívinum.

Sosialistiskt aperitif
Ironiskt nokk er tað soleiðis, at tað at handilshillarnar og bensinstøðirnar eru tómar kann metast sum ein forsmakkur, ella aperitif, upp á tað, sum fer at henda, um hesi somu vinstravendu fáa makt, sum tey hava akt. Ájú .. tað er sætt fyrr, meira enn so, at lond ið hava verið rík og vælhavandi eru blivin kollrend av vinstrauppreistri, sum í hatsku og øvund hava umskapað samfelagið til neyð og vesaldóm, har ongin longur hættar sær at gera íløgur, ella at satsa upp á nakað sum helst. Harvið gerast øll líka ... líka fátæk – kanska burtursæð frá sosialistisku leiðarunum sjálvum.

Tað snýr seg ikki um ikki at misunna lágløntum eina betri løn – tað ger ongin – men tað snýr seg um at brúka vit og skil. At leggja samfelagið lamið í langa tíð er tærandi og ikki virðisskapandi fyri nakran. Sagt á annan hátt verður kakan at býta av minni, og harvið verður minni í lønarposan hjá øllum, eisini fakfelagslimunum sjálvum.

‘Hini’ skulu gjalda meir
Hetta hatska vinstrarákið, sum hevur vundið upp á seg seinnu árini, har tey ið hava hegni og eydnu til at skapa virðir, bæði til síni sjálvi og samfelagið sum heild, verða gjørd til bandittar er sera ófrættakent. Herverk og stuldur verður stundum vart av hesum somu vinstrakreftunum, har tað eitur, at tey sum gera slíkt “munnu hava eina orsøk til tað”. Tað er týðiligt, at tey vilja hava eitt sosialistiskt samfelag, har vinnan skal gjalda meira skatt og avgjøld. Tað eru altíð ‘hini’, sum skulu gjalda og taka meira ábyrgd, so tey sjálvi kunnu brúka sína tíð til at “byggja land” á t.d. facebook (og harvið stuðla útlendsku superkapitalistunum í Meta).

Ein sosialistisk kollvelting, sum nøkur ynskja sær, hevði sikkurt riggað væl í byrjanini – tað plaga tær at gera, tí í byrjanini er nokk av peningi at taka av frá “teimum ríku” til at gjara út við. Men sum tíðin gongur legst onki ríkidømi aftrat – tí hvør skuldi tað verið, sum legði nakað aftrat? – samfelagið gerst fátækt, og flestu enda sum á ørmundarhúsi.

Hilmar Simonsen

Tómu handilshillarnar sum vit síggja í hesum døgum er ein forsmakkur upp á tað, sum vit kunnu vænta okkum meira av, um øvundarfongdu vinstrakreftirnar fáa makt sum tey hava akt (mynd frá KVF).

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo