Vísandi til býráðsfund í kvøld - ikki minst áhugavert at hoyra politikararnar í Tórshavnar kommunu bera fram skeivar upplýsingar og beinleiðis ímóti betri vitan.
Hjá Laiderz hava vit meira enn 35 ára royndir við graslíki og hava vit ongantíð havt vallir sum skulu takast av fyri óbrúkiligheit og er tað heldur ikki soleiðis sum lagt hevur verið fram.
Her eru nøkur fakts sum eru í sambandi við vøllin:
- Vøllurin lýkur øll krøv framsett í útbjóðingartilfarinum - útarbeitt av LBF.
- Vøllurin var avleveraður og góðkendur av LBF og TK. (Avleverings dokument - undirskriva av øllum pørtum)
- Testaður av FIFA góðkendum testhúsi primo oktober 2022. (Ikki ein viðmerking um nakað - livur 100% upp til útbjóðingartilfarið). Býráðslimir hava eintøk, sum umsitingin liggur inni við.
- FIFA Qualety PRO - Certficat - december 2020 (Klárur til allar altjóða dystir undir FSF - FIFA og UEFA)
- August/Septembur 2020. FSF góðkennir vøllin til allar dystir.
- Granulat - ja, tað er rætt at Laiderz helt at best var vid 10 kg./m2 og ikki sum lab.test og tilboð 8 kg./ m2. Hettar bleiv afturvíst av LBF og umsitingini.
- Primo septembur 2020 umbiður TK um 16 tons av granulati og verður hetta leverað í Tórshavn ultimo september 2020. Garanulatið hevur síðani 01.10.20 staðið á eini last á Signabø. Hví var ikki farið undir áleggingina beinanvegin?
Tað er rætt at grasið er nakað tjykri enn vanligt, men hetta var biðið um í útbjóðingartilfarinum og leverað har eftir.
At gera viðmerkingar til tað, sum var ført fram á býrðasfundinum í kvøld, er ikki tað vert.
Laiderz hevur leverað 100% tað sum var umbiðið.
Vís okkum ein betri vøll, handverkmessiga, útlagdur í Føroyum, so koma vit so skjótt vit kunnu á plássi.
Ásvald Simonsen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo