Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Ríðingarfelagið: Í dag er stórur dagur á Gráasteini - Astrid Poulsen fyllir 75 ár. Tey sum eru í hennara aldri kenna hana helst sum bóndadóttrina úr Norðradali sum giftist til Havnar. Vit ið eru eitt sindur yngri, kenna hana sum mamma at vinfólkum og húsmóður á Gráasteini. Men flest havnarfólk, kenna hana kanska best, sum altíð smílandi andlitið í læknaviðtaluni hjá Andór Ellefsen á Frúutrøð.

Astrid er dóttir Viggo og Ingigerd Lútzen, bóndahjún í Norðradali. Tey vóru seks systkin, Lútje, Randi, Gertrud, Ellen, Oyvind og so Astrid. Uppvaksin í Norðradali og partur av teirra uppaling var at ríða til Havnar í skúla og til annað.

Astrid giftist við Hjartvar Poulsen og børnini eru Laila, Bødvar, Edda, Brestir og Beinir. Heim teirra á Gráasteini var samlingsstað hjá bæði ungum og vaksnum, ein kann næstan siga at hetta var býlingshús áðrenn hugtakið býlingshús var uppfunnið. Hjartvar var í nógv ár formaður og nevndarlimur í Føroya Ríðingarfelag og áðrenn felagshúsið í Havnardali kom, var ikki óvanligt at reiðfólk aftaná loknan túr løgdu leiðina oman á Gráastein.

Hjartvar doyði fyri nøkrum árum síðani av sjúku og hevur Astrid eisini verið fyri tí vanlagnu at missa versonin Eirik, sum var nógv heima hjá teimum. Hetta hevur sjálvsagt verið tungt, men familjan hevur stuðla Astrid væl og seinastu árini hevur hon aftur líkst sær sjálvari. Tað er ikki meira enn tvær vikur síðani, at eg møtti henni í hópi umborð á Norrønu, tá var hon farin uttanlandaferð við pensjonistafelagnum í Fuglafirði.

Fyri okkum reiðfólk hevur Astrid havt ómetaligan týdning, hon hevur altíð verið har, altíð hjálpt til. Luttikið nógv í kappingum, tað er bara nøkur fá ár síðani hon kappaðist uppi í Marknagili. - Men serliga er tað hennara smáu tøk ið hava gjørt mun. Ein kaka til eitt tiltak, eina hond til hjálpar til okkurt annað og so víðari. Astrid hevur mær kunnugt ongantíð sagt nei, tá felagið hevur heitt á hana um okkurt og tá felagið ikki hevur spurt, so hevur hon sjálv bjóða seg fram, soleiðis er hon og soleiðis hevur hon altíð verið.

Takk fyri tað Astrid, tú er nakað heilt serstakt !

Vegna Føroya Ríðingarfelag - Brandur í Dali

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo