Koronavaksinan hjá heilivágsfyritøkuni AstraZeneca verður tikin av marknaðinum í øllum heiminum, skrivar avísin The Telegraph.
Undir viðgerðini av einum sakarmáli í bretska hægstarætti herfyri viðgekk heilivágsfyritøkan, at vaksinan kann geva álvarsom hjáarin.
Bretland var fyrsta land at góðkenna koronavaksinuna hjá AstraZeneca. Eftir góðkenningina vóru tó samtyktar avmarkingar fyri persónar undir 40 ár av serligum vanda fyri blóðtøppi, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo