FSF: Fyrr í vikuni var greitt, at Alexia Putellas, ið spælir fyri FC Barcelona og Spania, og pólski framherjin í FC Bayern Munchen, Robert Lewandowski, vóru heimsins bestu fótbóltsspælarar í 2021.
Tað eru liðskiparar á A-landsliðunum, landsliðsvenjarar og eitt fjølmiðlaumboð úr hvørjum landi, ið atkvøða.
Ásla Johannesen, ið er liðskipari hjá føroyska A-landsliðnum við kvinnum, valdi Alexia Putellas sum nummar 1, Magdalena Eriksson sum nummar 2, og Pernille Harder sum nummar 3.
Landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Lene Bjerning Terp hevði eisini Alexia Putellas á 1. pláss, Pernille Harder var nummar 2, meðan Aitana Bonmati, ið er liðfelagi hjá Putellas í FC Barcelona og á spanska landsliðnum, var nummar 3.
Á atkvøðuseðilinum hjá Halli Hansson stóð franski miðvallarin í Chelsea, N’Golo Kanté sum nummar 1, meðan Kylian Mbappe og Cristiano Ronaldo vóru nummar 2 og 3.
Håkan Ericson atkvøddi fyri Mohammed Salah sum nummar 1, Robert Lewandowski nummar 2, og Erling Haaland var á 3. plássi.
Fjølmiðlaumboðið hjá Føroyum til The Best FIFA Football Awards er Símun Christian Olsen úr Kringvarpi Føroya. Eisini hann hevði Alexia Putellas á 1. plássi hjá kvinnum, meðan Lionel Messi var, sambært Símuni Christian, heimsins besti fótbóltsspælari hjá monnum í 2021.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo