Vága Tjóðveldisfelag: Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen í Miðvági og Ingolf Sólheim Olsen í Sørvági stilla upp fyri Tjóðveldi til løgtingsvalið 8. desember.
Tað varð greitt, tá Vága Tjóðveldisfelag endaði sína uppstilling í gjárkvøldi við øðrum og triðja uppstillingarfundi, sum vórðu hildnir í Beitinum í Miðvági.
Nógv fólk var møtt upp til endaligu uppstillingina. Huglagið var gott, og góða uppmøtingin bar boð um, at tjóðveldisfólk eru spent og gleða seg til valið.
Árni Jacobsen, formaður í Vága Tjóðveldisfelag, greiddi eitt sindur frá uppstillingini og heitti á fólk um at bjóða seg fram at hjálpa til í valstríðnum, eitt nú við at heingja plakatir upp, og hann boðaði frá, at felagið fór at skipa fyri einum valkvøldi í Beitinum mánakvøldið 5. Desember – tríggjar dagar fyri valið.
Tey bæði valevnini greiddu eitt sindur frá, hvat tey ætla at leggja dent á í valstríðnum, og fundarfólkið fekk eisini høvi at gera viðmerkingar og seta spurningar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo