Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur  eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari:  Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður
Svarari:  Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni:  Asfalteringin í tunlunum norður um fjall

Spurningar:   
1. Hvussu gongur at asfaltera vegirnar í og uttanfyri nýggju tunlarnar norður um fjall?

2. Hví eru fleiri vegastrekkir í hesari verkætlanini asfalterað av nýggjum?

3. Er undirlagið (vegkassin) nóg væl gjørt?

4. Hvat fyri grót (tilfar) er brúkt sum undirlag til vegirnar í hesari verkætlanini?

5. Kann landsstýrismaðurin tryggja borgarunum, at vegirnir eru nóg væl gjørdir, og at teir fara at halda í eitt nøktandi tíðarskeið, tá ið verkætlanin verður endaliga avhendað?

Viðmerkingar:
Tað hoyrist sera lítið um verkætlanina at gera nýggjar tunlar norður um fjall. Tað í sær sjálvum kann vera eitt gott tekin. 

Tað, sum fleiri tó verða varug við, er, at vegastrekkir bæði inni í og uttanfyri tunnilin blíva asfalterað av nýggjum. Ábendingar eru um, at undirlagið (vegkassin) ikki er nóg gott, sum harvið ger, at asfaltið ikki heldur til tungu ferðsluna.

Hetta leiðir tankarnar aftur til eina aðra verkætlan norðan fyri fjall – Viðareiðistunnilin – har vegirnir inni i Dølum fóru illani eftir stutta tíð orsakað av vánaligum undirlagi. 

Fyrispurningurin er settur fyri at tryggja, at tað sama ikki hendir í nýggju tunlunum norður um fjall.

Á Løgtingi, 13. september 2024
Steffan Klein Poulsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo