Ungi miðvallarin, sum fyllir 20 leygardagin, fekk longu gjøgnumbrot sítt á besta liði okkara í 2017, í Betri deildini, sum bert 16-ára gamal. Síðan eru tað blivnir 62 dystir í Betri deildini, fyri okkara lið, og fyri AB, har hann leikti í ár.
Asbjørn, hóast enn rættiliga ungur, hevur nógv at bjóða okkum, við royndum úr Betri deildini í ár, og vit fegnast um, at hann hevur valt at spæla her vesturi aftur!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo