Hóast tað regnaði nokk so illa, so ávirkaði tað ikki spælið stórvegis, og eftir tveir góðar dystir við frálíkum tennis hava vit funnið FM vinnararnar 2024.
Hjá kvinnunum sigraði Ása á Neystabø á systrini Katrin, og hóast tær báðar hava fleiri finalur sínamillum, er hetta fyrstu ferð, at Ása stóð eftir við gullinum.
Úrslitið gjørdist 7-6 1-6 7-5.
Hjá monnunum spældi Jón Brekku ein branddyst móti Hjalta Mohr Jacobsen.
Dysturin bjóðaði upp á langar duellir og harðar bóltar, men knívskarpa slice'in hjá Jóni átti oftast munin, tá avtornaði.
Frálíkt spæl og frálíkar finalur, frætta vit.
Hjartaliga til lukku til vinnararnar og silvurvinnararnar Jón Brekku, Ása Dam á Neystabø, Katrin á Neystabø og Hjalti Mohr Jacobsen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo