- Byggifelagið hevur fleiri mátarar, og eingin hevur mátað ristingar, sum eru meira enn 30, ið er markvirðið, sigur Jón Sigurdsson, stjóri, við KVF.
Jón Sigurdsson sigur við KVF, at einir 5-6 mátarar eru í økinum, sum máta ristingarnar. Eingin teirra hevur mált ristingar, sum eru meira enn 30, sum er ásetta markvirðið. Flestu spreingingarnar hava ligið um 19-20, og seinasta mánakvøld var hetta talið uppaftur minni, sigur stjórin í Articon.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo