Nes kommuna: Á almennum fundi tann 27.05.2024 varð ársroknskapurin hjá Nes kommunu fyri 2023 samtyktur.
Staðfest varð, at samlaðu inntøkurnar fyri 2023 vóru væl hægri enn roknað varð við í fíggjarætlanini. Skattainntøkan hjá kommununi í 2023, eftir frádrátt av rentustuðli, var 81,0 mió. kr., sum er 7,8 mió. kr. hægri enn í 2022. Í fíggjarætlanini fyri 2023 varð roknað við eini nettoskattainntøku á 72,7 mió. kr. Sostatt blivu samlaðu inntøkurnar í 2023 8,3 mió. kr. betri enn mett.
Samlaðu rakstrarútreiðslurnar í 2023 vóru 66,7 mió. kr., ið er 9,8 mió. kr. meira enn í 2022. Í fíggjarætlanini fyri 2023 varð roknað við einari samlaðari rakstrarútreiðslu á 66,5 mió. kr. Sostatt blivu samlaðu útreiðslurnar í 2023 áleið sum mett í fíggjarætlanini.
Rakstraravlopið áðrenn íløgur var 13,5 mió. kr., mótvegis 15,6 í 2022. Í fíggjarætlanini var roknað við einum avlopi áðrenn íløgur uppá 5,3 mió. kr. Rakstraravlopið áðrenn íløgur varð sostatt 8,2 mió. kr. betri enn mett í fíggjarætlanini.
Samlaðu nettoíløgurnar í 2023 vóru 21,6 mió. kr. Í fíggjarætlanini og eykajáttanum varð roknað við einari nettoíløgu á 27,2 mió. kr. Íløgurnar í 2023 vóru sostatt 5,6 mió. kr. lægri enn játtað. Størsti parturin av íløgunum, ið ikki vóru nýttar í 2023, verða fluttar til 2024.
Samanlagt vísti roknskapurin hall á 8,06 mió. kr. í árinum, samanborið við eitt yvirskot á 2,0 mió. kr. í 2022.
Nettoskuldin hjá Nes kommunu við ársenda 2023 var 36 mió. kr. Kommunur hava ikki loyvi at hava størri nettoskuld enn eina álíkning, sum er árlig skattainntøka (roknað við 23 % í kommunuskattaprosenti), eftirlønarskattur og ávísar flytingar frá landinum. Skuldarmarkið hjá Nes kommunu var pr. 31. desember 2023 85,4 mió. kr. Nettoskuldin hjá Nes kommunu við ársenda 2023 var sostatt 42 % av eini skattaálíkning.
Samandráttur verður latin øllum húsarhaldum í kommununi í næstum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo