Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vestmanna Kommuna: Størstu íløgurnar vóru gjørdar í vegagerð og í bátahylin. Høvuðsorsøkin til, at kommunan brúkti minni enn ætlað, var, at eingin arbeiðstakari var til útbygging av Kirkjugarðinum og breiðkan av Niðara Vegi í 2023.

Vestmanna kommuna leggur eitt stórt arbeiði í at hava ein skynsaman rakstur, og hetta sæst aftur í roknskapinum.

Samantalt viðførir hetta, at kommunan er 8,9 mió.kr. niðanfyri ætlanarkarmin áðrenn inntøkur.

Fíggjarætlanin legði upp til, at samlaðu inntøkurnar skuldu verða 70,7 mió.kr., meðan roknskapurin vísir eina samlaða inntøku (netto) uppá 74,2 mió. kr., og er hetta ein øking uppá 3,5 mió.kr.

Úrslitið fyri 2023 er sostatt 12,3 mió.kr., og hevði Vestmanna kommuna onga skuld við ársenda 2023.

Til samanbering varð nettoskuldin 11,4 mió. kr. í 2022 og 22,3 mió. kr. í 2021.

Vestmanna kommuna er væl fyri fíggjarliga, og er tað alneyðugt, nú stórar íløgur standa fyri framman í samband við høvuðsumvæling av Vestmanna skúla, og stórar íløgur skulu gerast afturat fyri at koma á mál við spillivatnsætlanini.

Ársroknskapin 2023 kanst tú lesa her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo