Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Búskapur & Vinna: Í Búskapi & Vinnu mikukvøldið verður Suni Justinussen, stjóri í GroAqua, gestur í sendingini. Hetta er í sambandi við, at GroAqua fríggjadagin bleiv kosið Ársins Virki 2024 á Vinnudegnum. Suni fekk eisini sjálvur í januar 2023 heiðurin sum Ársins Leiðari. 

Umframt samrøðuna við Suna verður eisini ein samrøða við Arnfinn Gudjónsson, íløguleiðara í Lív, um útlitini til rentulækkingar. 

Kann GroAqua áhaldandi vaksa komandi árini?
Ein av grundgevingunum hjá Dómsnevndini fyri at geva GroAqua heiðurin sum Ársins Virki er, "at fyritøkan seinastu árini hevur havt støðug fíggjarlig úrslit, sum í høvuðsheitum eru vorðin betri ár fyri ár." Men kagar ein í ársroknskapin hjá GroAqua fyri 2023 sæst, at botnlinjan versnaði frá 18 milliónum krónum í 2022 til 10 milliónir krónur í 2023. Hevur GroAqua longu toppað fíggjarliga við metúrslitinum í 2022? Tað fæst greiða á, tá Suni Justinussen greiðir frá gongdini og útlitunum fyri Ársins Virki 2024 í sendingini mikukvøldið. 

Í 2021 keypti GroAqua eina stóra fyritøku í Skotlandi, hvørs virksemi eisini er veitingar til alivinnuna. Fyrr í ár framdi fyritøkan við høvuðssæti á Kambsdali enn eitt uppkeyp, tá norska fyritøkan Havida eisini bleiv partur av samtakinum. Altjóða greiningar vísa, at søguliga sæð eydnast bert eitt fátal av uppkeypum og samanleggingum, har synergiir veruliga verða skaptar. Er GroAqua eitt undantak frá meginregluni? Eisini tað fer Ársins Leiðari frá í fjør at svara upp á í samrøðuni. 

Mánaðarligu lánsgjøldini minka við 5.000 krónum
Umframt Suna Justinussen verður Arnfinnur Gudjónsson, íløguleiðari í Lív, eisini gestur í sendingini. Saman við vertinum Johnny í Grótinum fer hann at greina avleiðingarnar av rentulækkingunum, sum sentralbankarnir eru í holt við. Danski Tjóðbankin hevur lækkað rentuna við 0,50 prosentstigum higartil. Við ársenda 2025 væntast rentan at vera 1,50 %-stig lægri enn í dag. 

Fyri føroysku lántakararnar fer tað veruliga at merkjast. Eitt húski við einum bústaðarláni á 3 milliónir krónur og lánirentu á 5,20% fær í dag ikki rentustuðul fyri síðstu 56.000 krónurnar, tí rentustuðulin er í mesta lagi 35.000 krónur. Sostatt vil ein lækking av bústaðarrentuni á 2 prosentstig til 3,20% spara hesum húskinum fyri slakar 5.000 krónur í mánaðarliga lánsgjaldinum.

Sending 27 av Búskapi og Vinnu verður at síggja á Rás 1 í Televarpinum mikukvøldið kl 19 og endursend seinni sama kvøld og sunnukvøldið. Hinar 26 sendingarnar eru tøkar á heimasíðuni hjá Televarpinum, www.tv.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo