Bókadeild Føroya Lærarafelags: Nýggjasti summarlesnaðurin til børn og ung er komin út á Bókadeild Føroya Lærarafelags. Kendir søguvinir sum Mamma Mu, Vitello og Pippi Langsokk eru millum bøkurnar hesa ferð, og somuleiðis tvær av væl umtóktu træhúsabókunum. Ein sálarfrøðilig amboðsbók til børn og vaksin, og mest umrødda ungdómsbókin í heiminum í 2020.
Krákus sigur ansa eftir
Ein stuttlig og fitt søga um Mammu Mu og Krákus. Mamma Mu er forvitin og vil royna alt møguligt. Klintra í trøum, balansera og eta kava. Krákus heldur ikki, at hugskotini hjá Mammu Mu eru serliga góð og sigur "ANSA EFTIR", hvørja ferð hon finnur upp á okkurt. Jujja Wieslander skrivaði, og Sven Nordqvist myndprýddi. Bókin er ein pappbók, 18 síður og til tey uml. 0-2 ára gomlu.
Tríggjar søgur um Pippi Langsokk
Í hesi frálíku bókini fært tú tríggjar klassiskar myndabøkur í einari. Tú hoyrir um Pippi, tá ið hon flytur úr Villingaváli, tá ið hon roynir at finna út av, hvat ein spunkur er, og tá ið hon fær skil á bandittunum í Humlugarðinum á sín heilt egna hátt. Astrid Lindgren skrivaði, og Ingrid Vang Nyman myndprýddi. Turið Sigurðardóttir týddi. Bókin er innbundin, 58 síður og til tey uml. 3-5 ára gomlu.
Vitello gongur við knívi
Vitello er bæði bleytur og fittur og ein hørð banan. Honum dámar at síggja filmar um skrappar fýrar í undirtroyggju, sum tosa ljótt við øll og ikki eru bangnir fyri nøkrum. Harðar bananir við knívi. Vitello er eisini ein hørð banan, hann letur seg í undirtroyggju, nubbar ein av Mammusa knívum og fer út í verðina at vera skrappur. Kim Fupz Aakeson skrivaði, og Niels Bo Bojesen myndprýddi. Sjúrður Gullbein týddi. Bókin er innbundin, 24 síður og til tey uml. 5-8 ára gomlu.
Træhúsið í 65 + 78 hæddum
Nú eru Terry og Andy aftur til reiðar í tveimum stuttligum træhúsabókum við nógvum myndum, og træhúsið er ørari og stuttligari enn nakrantíð. Hesa ferð noyðast teir at ferðast aftur í tíðina eftir einum byggiloyvi fyri at bjarga træhúsinum, og teir gerast næstan stórar filmsstjørnur. Andy Griffiths skrivaði, og Terry Denton myndprýddi. Vagnur Streymoy týddi. Bøkurnar eru heftar, um 375 síður og til tey uml. 7-12 ára gomlu.
Ríman um sangfuglar og slangur
Suzanne Collins, sum skrivaði væl umtóktu hungursleikarøðina, er farin í holt við nýggja røð um hungursleikirnar. Hesa ferð fara vit aftur í tíðina og hoyra søguna um Coriolanus Snow, ið vit kenna sum ónda forsetan í Panem. Coriolanus er 18 ára gamal, fátækur og skal vera vegleiðari í 10. hungursleikunum. Tað er einasti kjansurin fyri eini bjartari framtíð. Bergur Rasmussen týddi. Bókin er heft við klaffum, 520 síður og til ung.
Djarvi Djóni
Nýggj bók eftir høvundin og sálarfrøðingin, sum skrivaði tær væl umtóktu bøkurnar um Kaninina og Fílin, sum vildu so illa sova. Við íblástri frá sínum dagliga virki sum atferðarsálarfrøðingur hevur rithøvundurin skrivað søgur, sum geva tí vaksna og barninum amboð til at skilja og handfara vanligar trupulleikar og kenslur í gerandisdegnum - sum kræsni, ræðslu, at fáa ilt og at stúra. Carl-Johan Forssén Erhlin skrivaði, og Ása H. Ellefsen týddi. Bókin er innbundin og 36 síður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo