5.a á Skúlatrøð í Klaksvík vann skúlanum heiðurin “Ársins roykfríi skúli” 2016.
Í morgun beyð Fólkaheilsuráðið til stórt hátíðarhald í Badmintonhøllini í Klaksvík, har allir næmingarnir í skúlanum vórðu boðnir við at heiðra 5. a, sum vann skúlanum heiðurin ”Ársins roykfríi skúli”. Til tiltakið spældu Danny and the Veetos.
Á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum, sum hevur skipað fyri tiltakinum, verður m.a. skrivað: “ Ársins roykfríi skúli er í ár á Skúlatrøð í Klaksvík, og tað er 5. a í samanlagda skúlanum á Skúlatrøð, sum vann kappingina.
72 flokkar tóku lut í kappingini, harav 52 av teimum luku treytirnar at vera roykfríur skúli. Vinningurin var ein konsert við Danny & the Veetos.
Talan gjørdist eisini um nýtt met í luttakarum. Gamla metið var frá 2013, tá 55 flokkar luttóku, og 49 flokkar kláraðu at vera roykfríir”.
So rómurin var stórur í Badmintonhøllini í Klaksvík í morgun, har børnini sungu væl við. Manningin á Danny and the Veetos heitti á næmingarnar um at syngja væl við – eisini tit lærarar og eisini Bergur, rópti Páll (sonur Berg Joensen).
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo