Eftir fimm ár við leysatíðindum, vísir VW fram sín nýggja ID.Buzz 9. mars - ein nútíðar útgáva av tí ikoniska hippie-bussinum.
Og tað er sjálvur VW-stjórin Herbert Dies sum boðar frá tí á Twitter.
Upprunaligi bussurin hjá VW, sum kom á marknaðin í 1951, hevur verið settur í samband við hippie-rørsluna frá 1960-unum og tónleikafestivalar sum Woodstock.
Og hann hevur ein fjepparaskara burturav, skrivar norska Dagbladet.
The legend returns on 03/09/22! pic.twitter.com/Q4hFyCN5mr
— Herbert Diess (@Herbert_Diess) January 6, 2022
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo