Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Loppurnar: Nena Jákupsdóttir, venjari og børn tóku ímóti kekkinum frá Jólamerkjagrunninum. Umboð frá Posta vóru Svanbjørg Manai og Joel undir Leitinum

Eydnudeildin: Súsanna Eliassen fekk handað risakekkin til Eydnudeildina frá Jólamerkjagrunninum. Vegna Jólamerkjagrunninum vóru umboð frá Posta, Svanbjørg Manai og Joel undir Leitinum.

Ævintýraferðin: Jólamerkjagrunnurin (umboðað av Joel undir Leitinum og Svanbjørg Manai) handar Ævintýraferðini kekkin. Urd Johannesen, Tjóðhild Patursson og børn tóku ímóti. Dánjal og Búi kundu tíverri ikki vera við.

Posta: Síðan Posta gav fyrstu jólamerkini út í 1976, er ágóðin av søluni latin sum stuðul til verkætlanir til frama fyri børn og ung í Føroyum. Tað merkir, at hvørja ferð tú keypir jólamerki frá Posta, fer ágóðin til vælgerandi endamál.

Barnasjónvarpsrøð um at vera menniskja
Jólamerkjagrunnurin letur 100.000 kr. til føroyskt framleiddu sjónvarpsrøðina ‘Seks spurningar um at vera menniskja,” sum Ævintýraferðin framleiðir. Tað er tørvur á á dygdargóðum tilfari til føroysk børn á føroyskum, og tað hevur Ævintýraferðin við hesu sjónvarpsrøð sett seg fyri at bøta um. Jólamerkjagrunnurin leggur dent á, at sjónvarpsrøðin setur sjóneykuna á stóru spurningarnar í tilveruni á ein stuttligan og barnsligan hátt.

Fimleikur og hondbóltur til børn við avbjóðingum
Fimleikafelagið Ljósið fær stuðul áljóðandi 25.000 kr. Stuðulin verður latin til Loppurnar, ið er einasta fimleikalið í Føroyum fyri rørslutarnaði. Liðið arbeiðir miðvíst við at luttaka í Special Olympics í Danmark á vári 2022.

Eydnudeild Føroya er ein tann glaðasta hondboltdeildin fyri børn og ung millum 5-16 ár, sum er fyri børn við serligum tøvi og familjur teirra. Eydnudeildin leggur dent á ein jaligan felagsskap rundanum hondbóltin. Eydnudeildin móttekur somuleiðis 25.000 frá Jólamerkjagrunninum.

Jólamerkjagrunnurin ynskir Ævintýraferðini, Loppunum hjá Ljósið og Eydnudeildini góða eydnu við arbeiðnum fyri framman.

Um jólamerkini

  • Posta hevur givið út føroysk jólamerkir á hvørjum ári síðan 1976

  • Vinningurin fer óskerdur til vælgerandi endamál til frama fyri børn og ung í Føroyum

  • Føroysk listafólk sniðgeva jólamerkini og felags fyri allar útgávurnar eru jólini og siðvenjurnar knýttar hertil

  • Jólamerkir kunnu keypast á stamps.fo, á posthúsum kring landið umframt í Rit og Rák og HN Jacobsens Bókhandil. Í ár hevur Harriet Ólafsdóttir sniðgivið, og kostar arkið 30 kr.

Í Jólamerkjagrunninum eru Joel undir Leitinum, stjóri á Posta, formaður Fróði Joensen, yvirlækni og Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo