Íverksetan: Hvør heldur tú hevur uppiborið heiðurin sum Ársins íverkseti 2024?
Nú kanst tú koma við tínum uppskoti til, hvør tú heldur skal verða Ársins íverkseti 2024. Øll kunnu koma við tilnevningum.
Ein dómsnevnd tekur endaliga avgerð. Dentur verður lagdur á, hvør hevur víst nýhugsan, áræði og dirvi. Freistin at koma við tilnevningum er til og við fríggjadagin 25. oktobur 2024.
Íverksetarahúsið gleðir seg til at fáa nógv góð uppskot.
Uppskot skulu sendast til Íverksetarahúsið á iverksetan(at)iverksetan.fo
Ársins íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan. Í tí sambandi verður Ársins íverkseti funnin og latin eina heiðursløn.
Heiðurslønin sum Ársins íverkseti verður vanliga latin á Ársins íverksetaradegi, sum í ár verður hósdagin 31. oktobur 2024 í Løkshøll í Runavík.
Lýst verður við skránni seinni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo