TSK: Bjarki Fróðason í Eyðansstovu, ið gongur á Tøknibreytini, hevur í morgun sum ársins fyrsta pisa fingið húgvuna á høvdið. Tað var lærarin í Tøkni A – bygging og orka, Elvin Olsen, ið gav honum húgvuna.
Hjartaliga til lukku við húgvuni, Bjarki.
Prógvhandanin verður úti í Grøv kl. 10.00 mikudagin tann 24/6-20. Kaffi og okkurt ábit verður at fáa á skúlanum aftaná. Til prógvhandanina úti í Grøv er eingin avmarking við luttøku, men til kaffi kunnu 3 fólk koma við heimanífrá.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo