Chelsea kundi tryggjað sítt pláss í Champions League heima móti Arsenal, men ein grovur feilur hjá Jorginho gjørdi at Liverpool er við aftur.
Úrslitið í kvøld gevur nýggjan spenning í topp fýra-stríðnum. Við fáum umførum eftir er hetta støðan:
Leicester kann fáa í mesta lagi 72 stig.
Chelsea í mesta lagi 70 stig.
Liverpool 69 stig, meðan West Ham í mesta lagi 67 stig.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo