Í dag hevur verið hátíðarhald fyri viðarlundunum í Tórshavnar kommunu. Kristi himmalsferðardag hava fýra viðarlundir hava ársdag.
120 ár eru liðin, síðani fyrstu trøini vórðu sett niður í Viðarlundini í Gundadali, Plantaguni. 90 ár eru liðin, síðani fyrstu trøini vórðu gróðursett uppi í Kerjum. 50 ár eru liðin, síðani trø vórðu gróðursett í viðarlundini í Havnardali og í viðarlundini úti í Grið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo