Tað er siður í Tórshavnar kommunu at heiðra ítróttarfólkum, ið vinna Føroyum heiður og æru innan ymsar ítróttargreinar. Í dag var lítil móttøka fyri Aron Djurhuus Jacobsen, ið herfyri vann danmarksmeistaraheitið í amboðsfimleiki.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, greiddi frá, at fimleikur veruliga kom á skránna í Føroyum fyri meira enn 40 árum síðan. Tað var í 1980, tá Føroya Fimleikasamband varð stovnað av fimleikafeløgum kring landið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo