Arnleyg Jacobsen varð fødd 29. desember 1922.
Í hesum sambandi verður skipað fyri 100-ára minnishaldi í Víkingahúsinum í Sarpugerði í Norðragøtu, leygardagin 14. Januar 2023 kl. 16.
Á hesum haldi verður lýst í orðum og myndum tað sera stóra arbeiði, sum Arnleyg og Tummas gjørdu fyri at varðveita gamla býlingin í Norðragøtu, sum nokk er eindømi í Føroyum.
Greitt verður frá týdninginum av at verja um søguna, og hvønn týdning hettar hevur fyri bygdina í dag.
Somuleiðis verður kunnað um arbeiðið við Gøtu húsasøgu, sum Arnleyg var í gongd við.
Eystanljóð kemur eisini at framføra sangir á tiltakinum.
Bjóðað verða kaffi og køkur.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo