Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Árni Jacobsen takkaði fyri seg sum formaður í Vága Tjóðveldisfelag. Hann hevur í áratíggju verið ímyndin av Tjóðveldi í Vágum

Nýggja nevndin í Vága Tjóðveldisfelag, úr vinstru eru tað Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen, peningarøkil, Sølvi Simonarson, formaður, og Ingolf S. Olsen, skrivari

Á ársaðalfundinum hjá Vága Tjóðveldisfelag bar Árni Jacobsen, ið var formaður, seg undan afturvali, og tað gjørdi Sólvá Jacobsen, ið var peningarøkil, eisini.

Í nýggju nevndina blivu Sølvi Simonarson, Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen og Ingolf S. Olsen vald. Jóan Petur Joensen og Jana Antonsdóttir Dam vórðu vald sum varalimir.

Nevndin skipaði seg síðan við Sølva Simonarson sum formanni, Áslu Leilu Birgirsdóttir Johansen sum peningarøkili og Ingolf S. Olsen sum skrivara.

Árni Jacobsen hevur við undantaki av onkrum stuttum steðgi verið formaður í felagnum og ímyndin av Tjóðveldi í Vágum í fleiri áratíggju, men helt nú, at stundin var komin, at nýggjar kreftir tóku við. Aðalfundurin fagnaði Árna fyri trúgva tænastu og hansara ídna og áhaldandi arbeiði tjóðveldishugsjónini at frama í Vágum.

Nýggja nevndin í Vága Tjóðveldisfelag, úr vinstru eru tað Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen, peningarøkil, Sølvi Simonarson, formaður, og Ingolf S. Olsen, skrivari

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo