Vinnuhúsið: Aðalfundur var mikudagin 19. oktober, og nevndin skipaði seg á nevndarfundi í farnu viku.
Á aðalfundinum stóðu Henny á Líknargøtu og Árni Olsen fyri vali. Harumframt ynskti Aleth Nielsen at takka fyri seg í nevndini, og nýggjur nevndarlimur skuldi tí veljast í hennara stað. Tiltakslimurin stendur fyri vali á hvørjum ári.
Úrslitið var, at Henny á Líknargøtu og Árni Olsen vóru afturvald, og at Jenny í Heiðunum var vald sum nýggjur nevndarlimur í felagnum. Mimmy Vágsheyg var afturvald sum tiltakslimur.
Nevndin í Ferðavinnufelagnum hevur sostatt skipað seg soleiðis:
Árni Olsen, formaður
Henny á Líknargøtu, næstformaður
Hans Jákup Kollslíð
Sakaris Frederiksen
Jenny í Heiðunum
Mimmy Vágsheyg, tiltakslimur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo