Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

"Vit vóru ung” eitur nýggjasti sangurin hjá Árna Andreasen.

Í februar útgav Árni sangin ”Tá eg sá teg”, sum náddi hæddirnar eftir stuttari tíð. Nú kemur so tann næsti sangurin sum er um glaðar ungdómsdagar. Orðini til sangin hevur Árni skrivað saman við Janus Nolsø. Lagið hevur Árni gjørt fyri nøkrum árum síðani, og enn einaferð er tað sonur Árna, Julian sum so meistarliga hevur staðið fyri upptøkum, ljóblanding og mastring.

Johan Henze hevur spælt trompetir til sangin. Hesin nýggi sangurin ”Vit vóru ung” er ein glaður summarsangur sum hevur ein dám av reggaerútmun í sær, er lættur at syngja og sangurin fær fólk í gott lag.

Árni og Julian skulu saman við bólki framføra á Tórsfest 22. juli kl 19 og tá verður møguleikin at hoyra hendan nýggja sangin framførdan saman við væl umtøkta ”Tá eg sá teg” umframt aðrar sangir sum Árni og Marnar góvu út fyri nógvum árum síðani.

”Vit vóru ung” kann hoyrast á Spotify og Youtube.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo