Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Myndin er frá verjuni

Myndin er frá verjuni

Myndin er frá verjuni

Granskingarráðið: Týsdagin 27. juni vardi Arnhold Simonsen ph.d.-ritgerð sína á DTU Electro. Ritgerðin er um ein hálvleiðara-lasara í nýggjum skapi, sum kann justera bylgjulongd. Slíkir lasarar verða brúktir til eitt slag av 3D-myndatøkni, sum kallast ”optical coherence tomography”. Hendan tøkni verður millum annað nýtt av eygnalæknum at avmynda eygað. Tann framleiddi lasarin kann taka metskjótar myndir, so til ber at fáa miðal av myndunum. Hetta ger endaligu myndina klárari, so læknar lættari kunnu greina sjúklingar.

Heitið á ritgerðini er: "Bidirectional electrostatic tunable MEMS VCSELs"

Kresten Yvind, professari á DTU Electro var høvuðsvegleiðari, meðan Ole Hansen, professari emeritus á DTU Nanolab, og Gyeong Cheol Park, seniorgranskari, vóru hjávegleiðarar.

Í metingarnevndini vóru:

Andrei Laurynenka, lektari á DTU Electro
Pierluigi Debernardi, seniorgranskari á Politecnico di Torino, Itala
Dan Birkedal, ph.d. og CTO hjá Alight Technologies ApS, Danmark

Elizaveta Semenova, lektari á DTU Electro leiddi verjuna, sum gekk sera væl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo