Maskinmeistarafelagið: Tað nyttar lítið at útvega nýtt vaktarskip, um tað ikki hevur ráð at loysa stóran part av árinum. Tað heldur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum. Hann fegnast um, at samgongan ætlar at útvega eitt meira tíðarhóskandi skip í staðin fyri næstan 50 ára gamla Tjaldrið, men hann leggur dent á, at íløgurnar geva onga meining, um ikki trygd er fyri nøktandi játtan til rakstur.
- Fiskimálaráðharrin heldur tað vera flovisligt, at vit hava eitt so gamalt og tilafturskomið vaktarskip, at Paul Watson kann vinda burtur úr tí og ótarnaður sigla heilt inn á Havnarvág, tá hann hevur hug. Tað er satt, men eg haldi tað altso vera nógv meira flovisligt, at okkara vaktar- og bjargingarskip mugu liggja svínabundin við kaj part av árinum, tí tey ikki hava ráð til olju.
Tað sigur Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, nú arbeiðið at smíða løgtingsfíggjarlógina fyri 2024 er farið í gongd, og landsstýrisfólkini hvørt í sínum lagi skulu royna at skava sum mest til síni málsøki.
Trupult talv
Eftir er eisini at fáa sett sjøtul á tær nógvu kostnaðarmiklu ætlanirnar, sum eru stungnar út í kortið annaðhvørt í samgonguskjalinum, í fíggjarlógini fyri í ár ella í almennum politiskum fráboðanum.
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur boðað frá strammari stýring, og at raðfestingar einastaðni skulu merkja sparingar aðrastaðni. So roknast kann við truplum talvi.
Á fíggjarlógini fyri í ár, sum bleiv samtykt síðst í mars, eru fýra milliónir krónur settar av í 2024 og fýra milliónir krónur í 2025 til fyrireiking og prosjektering av nýggjum vaktarskipi at koma í staðin fyri Tjaldrið, sum er 47 ára gamalt.
“Tjaldrið er eitt gamalt og ótíðarhóskandi skip”, verður staðfest í fíggjarlógartekstinum.
Flovur fiskimálaráðharri
Og tað var, eftir at Tjaldrið 9. juli til fánýtis hevði roynt at fáa skipið John Paul De Joria hjá Paul Watson aftur, at Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, alment ásannaði, at tað hevur skund at fáa annað skip fyri Tjaldrið.
Í útvarpstíðindunum 12. juli helt hann tað vera flovisligt, at vit hava eitt so gamalt vaktarskip.
“Eg haldi, tað er øgiliga flovisligt, at vit eru í teirri støðu, at vit ikki langt síðan hava skift Tjaldrið út”, segði landsstýrismaðurin millum annað.
Ov smáar játtanir
Tað heldur Arnfinn Bech eisini, men hann vísir á, at tað søguliga ongantíð er játtað nóg mikið av pengum á fíggjarlógini til at hava tey skipini, sum Vørn nú einaferð ræður yvir, í nøktandi rakstri alt árið – heldur ikki, sjálvt um játtanin til Vørn er kvinkað uppeftir á teimum seinastu fíggjarlógunum.
- Tað er fínt, at landsstýrismaðurin og samgongan hava ambisjónir um nýtt vaktar- og bjargingarskip, men fyrsta stigið má vera at syrgja fyri, at verandi og komandi skip hjá Vørn kunnu røkja vaktar- og bjargingartænastu alt árið, og at tað ongantíð verður ein ov lítil raktrarjáttan, ið forðar hesum, sigur Arnfinn Bech.
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo