Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

NÁM: Á Holocaustdegnum 27. januar 2022 fer Nám at varpa ljós á landið Armenia og tað fólkadráp, sum Ottomanska Ríkið setti í verk har í landinum í 1915. Hetta er fyrsta fólkadráp í 20. øld.

Tvøroyrar skúli er lokalur vertur fyri tiltakinum, sum fer at bjóða øllum skúlum og áhugaðum vælkomnum, eins og gjørt varð í fjør úr Skúlanum við Streymin, tá evnið var Bosnia.

Pallur fyri tiltakinum í ár er mentanarhúsið Salt, haðani stroymt verður.

Uppgávur eru gjørdar á holocaust temasíðuni hjá Nám.

Temasíðan sæst her: https://snar.fo/holocaust#c221118

Støðið verður millum annað tikið í frásøgn frá armenska Serj Tankian, ið er sangari í heavy rock bólkinum System of a Down. Hann hevur lovað armenska abbanum, aldri at gloyma tað fólkadráp, sum núverandi Turkaland setti í verk móti armenska fólkinum. Báðar ommurnar og báðir abbarnir hjá Serj vóru yvirlivarar.

Ólavur í Geil, sum samskipar tiltakið, tosar við armenska sangaran.

Vit hoyra ein armenskan journalist siga frá um støðuna í Nútíðararmenia, og á temasíðuni eru eisini uppgávur, sum Sámal Matras Kristiansen hevur gjørt um landið í dag.

Prát er eisini við Tóru Petersen, sum greiðir frá, hvørjir sálarfrøðiligar faktorar gera seg galdandi, tá vit skulu finna syndabukkar í eini roynd at skilja millum okkum og hini.

Øll kunnu fylgja við, tá Holocaustdagurin verður hildin fyri skúlanæmingum í Salt hósdagin kl 10:00-11:30.

Her er opna temasíðan hjá Nám við tilfari um Holocaustdagin: https://snar.fo/holocaust#c221118

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo