Tórshavnar Musikkskúli hevur í dag og í gjár, eins og undanfarnu árini, enn einaferð skipað fyri árligu blásaradøgunum fyri børn, ið endaði við eini konsert í nýggju hølunum hjá Tórshavnar Musikkskúla úti við Landavegin.
Í ár luttóku eisini næmingar úr musikkskúlanum í Vestmanna og úr Vágum. Tilsamans luttóku uml. 80 næmingar.
Umframt træ- og messingblásarum, varð orkestrið samansett við trummum, klaveri, slagverki og akkordeon.
Frálæran varð skipað í tveir bólkar, har yngri blásaraspírar saman við 6 lærarum, vandu 2 sangir við Atla Petersen sum tónleikastjóra. Eldri bólkurin, vandi somuleiðis eisini 2 sangir saman við 6 lærarum við Daniel Rye sum tónleikastjóra.
Konserthølið hjá Tórhavnar Musikkskúla rúmar uml. 300 fólkum, og vóru tað uml. 200-250 fólk, ið fingu høvið at njóta føgru og lívsjáttandi tónarnar frá ungu tónleika spírunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo