Árliga talvkappingin millum frítíðarskúlarnar í Tórshavnar kommunu, sum frítíðarskúlin Smílibýlið skipar fyri, varð hildin hósdagin í farnu viku.
Hetta er triðju ferð, at skipað verður fyri hesari kapping. Luttøkan var metstór; 120 børn úr 8 frítíðarskúlum luttóku, og tað var stuttligt at síggja, hvussu íðin børnini vóru, og hvussu væl tey kláraðu at hugsavna seg.
Endaliga úrslitið var, at Spírin1 vann fyrsta plássið, og í harðari kapping vóru Hoyvík og Spírin2 nummar tvey og trý. Annars leikaði javnt á, og ikki vóru nógv stig á muni millum fjórða og tólvta pláss. Helgi Dam Ziska var enn einaferð høvuðsdómari í kappingini.
- Vit í Smílibýlinum takka fyri ein góðan dag, siga fyrireikararnir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo