Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Visit Runavík: Nú sólin stendur hægst á himli er serstaka summartiltakið hjá Runavíkar Kommunu, Laksatorgið, aftur á skrá.

Hugnaliga umhvørvið niðri á Støð á Glyvrum, har bátafelagið heldur til, er aftur í ár karmur um Laksatorgið.

Nógv verður gjørt burturúr dygdagóðu rávørunum, sum Bakkafrost letur, og fjøltáttaðu smáu rættirnir eru ókeypis, so tað er lagað manni at koma til Glyvrar at royna. Sum nakað nýtt luttekur Etika eisini, og kokkurin fer at vísa, hvussu tey gera sushi. Stór grill verður sett upp mitt á økinum og har verða laksaspjót at fáa.

Nøkur tiltøk eru afturvendandi men fleiri nýggj leggjast afturat á hvørjum ári. Á sjálvum økinum verður Ponyríðing, ókeypis kajakk, dreygibenkur, barnaundirhald og harmonikutónar.

Stóra sølutorgið við alskyns vørum letur upp kl. 10.00. Leikur, prýðislutir, sølu av bundnum vørum, gávulutum, og endurnýtsluvørum eru millum mongu tilboðini. 

Fólkini handan Kæti Barnaundirhald verða á staðnum og skipa allan dagin fyri kappingum og bjóða fólki at royna myndaboksina Sjóselfie. Pallurin mitt á økinum borðreiðir við góðum tónleiki og gyklarum. Um tær dámar at dyppa, svimja ella skreiða á sjógv, tak so svimjiklæðini við, tí fjøran við ósan á Glyvrum liggur bert eitt hanagleiv frá økinum. 

Bakkafrost bjóðar fólki at vitja virkið á Glyvrum og møguleiki verður at fara umborð á eitt av teirra skipum. Skráin á virkinum byrjar kl. 11:00 við mati, tónleiki og undirhaldi til børnini.  Kl. 13:00 verður almenningurin boðin til framløgu og kjak um føroysku alivinnuna. Luttakarar verða Høgni Hoydal, vinnumálaráðharri , Magnus Rasmussen, løgtingsmaður,  Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, Bill Justinussen, fyrrverandi løgtingsmaður og Regin Jacobsen, forstjóri í Bakkafrost.

Laksatorgið verður 22. juli frá kl. 10:00-16:00 niðri á Støð á Glyvrum. Ein neyv skrá verður kunngjørd í næstum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo