Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Visit Faroe Islands: Árliga Visit Faroe Islands átakið,  byrjaði í morgun, fríggjadagin 26 apríl. Hetta er 18. árið, at ferðavinnan í Føroyum bjóðar útlendskum ferðasmiðum til Føroya, so tey sjálvi kunnu uppliva Føroyar sum ferðamál. Hetta er eitt tað størsta tiltakið í Føroyum fyri útlendskum ferðasmiðum og tískil gleðast Visit Faroe Islands saman við vinnuni um árliga átakið.

Í ár luttaka í alt 135 fólk, harav 57 eru umboð úr 18 ymiskum londum kring heimin, sum t.d. úr hinum Norðanlondunum, Belgia, Týsklandi, Italia, Fraklandi, Canada og USA. Í ár er enn størri áhugi enn undanfarin ár hjá føroyskum fyritøkum at taka lut. Heili 52 føroyskar ferðavinnufyritøkur eru við, fleiri av teimum eru nýggir útbjóðarar, sum  eru við fyri fyrstu ferð, t.d. Faroe Voyage,  F’ljóð Living Room Concerts og Nólsoyarstova, men eisini fyritøkur, sum hava verið virknar longi, eru við fyri fyrstu ferð, sum t.d. Pakkhúsið í Bø.

Visit Faroe Islands tiltakið er liður í arbeiðinum at økja um talið av útlendskum ferðasmiðum, sum selja Føroyar. Allar royndir vísa, at besti háttur at gera hetta er, at bjóða sølufólkum og ferðasmiðum til Føroya, so tey sjálvi kunnu uppliva tað, sum Føroyar hevur at bjóða okkara gestum.

Vit eru serstakliga glað fyri stóra áhugan og undirtøkuna í ár bæði frá útlendsku og serliga føroysku fyritøkum. Nógvu nýggju luttakararnir bera boð um bjartskygni millum føroyskar ferðavinnuveitarar, og tað er at  fegnast um – sigur Súsanna Sørensen, fyriskipari og Marknaðarleiðari á Visit Faroe Islands.

Norðurlandahúsið er karmur um verkstovuna, sum byrjaði kl. 9.00 í morgun, har útlendsku keypararnir hava høvi at hitta umboð fyri ferðavinnuna í Føroyum og hoyra um teir mongu møguleikarnar, sum Føroyar hava at bjóða. Seinni í kvøld er døgurði fyri luttakarunum, har tey sleppa at uppliva føroyska mat- og tónleikamentan. Leygardagin er útferð á skránni og gestirnir fara avstað aftur sunnudagin.

Atlantic Airways, Smyril Line og Visit Faroe Islands skipa fyri tiltakinum, sum ein samlað ferðavinna stendur aftanfyri.

Myndirnar eru frá 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo