Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Kanska løgi fyri summi, men hettar er fyri mær áhugavert.

Meðan summi ómettulig innan miðlaheimin, sova illa um næturnar vegna viðgongd og arbeiðssemi hjá stórreiðarum, hóast teir byggja land.

Meðan vit sita í kava og kulda í Mai og lovprísa einari svenskari gentu, ið er vorðin rík, tí hon ikki tímur at ganga í skúla.

Meðan vit hava fólkavaldar politikarar á Danatingið, ið ikki vilja standa framm, og bakkað Inger Støjberg upp í kampinum ímóti barnabrúðrum. Ja, so havi eg hugt yvirum hylin, og fylgt við í aldarinnar valsvikið í novembir, og tí ið er hent síðani endaliga Statskvettið í januar í fyrrverandi frælsa USA.

Fleiri vita tað ikki, men vit liva í einari tíð, har størsta og máttmiklasta valsvik var framt, fyri eygum alra. Og tey eru so blindaði, at tey síggja ikki hvussu ein ið verður sensureraður ikki fær sín boðskap út. Tey halda tað vera heilt í ordan, eftir at Ríkisdagurin var nýttur (sami framferðarháttur sum í 30'unum) í Washington D.C. tá hann var yvirrendur av flaggberandi fólkið.

Her heima skilja miðlar so lítið av tí heila, at teir senda fólk út at tosa við onkran ið veit at almikið valsvik var framt. Og spurt verður um mánalendingar og tílíkt, fyri at blanda alt upp í ein ellibita.

Fullkomiliga óseriøst og hevur onki við journalistikk at gera. Talan er um aktivismu.

https://rumble.com/vdlez5-mike-lindell-the-full-documentary-absolute-truth-election-fraud-exposed.html

https://rumble.com/vfvgb7-mike-lindell-presents-absolute-interference-the-sequel-to-absolute-proof-20.html

Forensic Audit
Senatið í Arizona hevur í løtuni, sum allarfyrsti Statur, sett í verk eitt "Forensic Audit". Her er talan um kanningar og uppfylgjan av valseðlum, mannagongdum, veljarum og valmaskinum. Talan er um 2,1 millión valseðlar.

www.azaudit.org

Miðlar og aðrir demokratar í USA, hava ikki verið so illir síðani trælirnir vóru tiknir frá teimum (Civil War og 13., 14. og 15. Amendments). Og teir nýta somu "Jim Crow"-mannagongdir sum áður, fyri at kasta keppar í hjulini á hesum týðandi kanningum. Tað vil siga, at teir royna at forða allari framgongd umvegis løgfrøðingar og rættarhølir, við at gera tað tungt at njóta síni rættindi og amboð.

Teir vita jú hvat teir hava gjørt, og at teir vera fangaðir.

Makt sundurskiljing
Í USA hava tey nakað konstitutiónelt, ið kallast "Sundurskiljing av Maktini" (Seperation of Powers), og tað merkir at stýrandi kreftirnar eru deildar upp í trý. Teir hava Executive Branch (Forseta og varaforsetaembæti, ið fall frá novembir til januar), Legislative Branch (Senatið og Kongressin, har Kongressin nú roynir at leggja Statir afturat USA, fyri at fáa yvirvág í Senatinum), og so Judicial Branch (Hægstirættur og Federalu rættirnir, ið Kongressin nú vil yvirtaka umvegis manntal).

"Seperation of Powers" er sett í Grundlógina, fyri at syrgja fyri at onki vald verður absolutt og endaligt. Og tað er ein sunnur tanki.

Senatið í Arizona er undir ómenniskjaligum trýsti, tí linjan millum "Executive", "Legislative" og "Judicial", er í ferð við at hvørva heilt. Og tað merkir stutt sagt, at tey ið sita á valdinum beint nú eru so maktsjúk, at tey royna at avtaka Grundlógina "The Constitution", ið tey hava svorið at verja.

Fyri USA og restina av "frælsa" heiminum, er tað av alstórum týdningi, at skil fæst aftur á "Seperation of Powers". Og tað er ófatuliga týðandi at umfatandi kanningar ið Statir sjálvir seta í verk á egnum Matrikli, vera gjørdar uttan hóttanir og uppíblandan frá áhugabólkum, tøknirisum og Department of Justice "DOJ".

Óskil valdar
Onki skil er á sunnara markinum hjá USA í løtuni. Og kulissu-administratiónin hjá Biden hevur hildi fjølmiðlum og myndatólum burturi, vegna tað óskil ið har er. Tað er ikki ringt at halda fjølmiðlum burturi, tí um Biden biður tey hoppa og renna, so spyrja tey hvussu høgt og hvussu langt.

Ongin stórmakt hevur virðing fyri USA í løtuni, og tey grína eftir einum seinum manni, ið situr við masku á einum Zoom Call fundi við heimsins leiðarar. Teir hava jú allir verið vitni til ósamanhangandi mutlingina ið kemur frá honum, tá orðini á telduskermunum frammanfyri hann eru ov tung. Teir hava sæð hvussu hann taklar trappurnar til flogfarið, hvussu hansara egni hundur bítur hann og hvussu tóm Kongressin var, tá hann "talaði" fyri einari hálvtómari Kongress (hóast øll eru vaksineraði harinni).

Heimsleiðarar hava sæð haldgóðu prógvini fyri hvussu sonur "forsetans", hevur selt atgongd til pápa sín (táverandi varaforseta) til Kina umvegis Bankan, Russland umvegis Borgarstjóra, Ukraina umvegis oljufelag, Rumenia og Amsterdam....fyri at nevna tey mest kendu.

Hettar er alt atkomuligt á netinum, um ein tímur at googla "Tony Bobulinski", ella "Biden's Laptop". Hettar er ikki kontroversielt longur, og Joe hevur sjálvur reypa av, hvussu hann fekk ríkisadvokat koyrdan frá í Ukraina, tí hann var farin at kannað korruptión í sama oljufelag.

Her luktar ikki bara illa, men reint ræðuligt eftirhondini. Og heimsleiðarar vita av tí, og teir útnytta tað til fulnar. Teir duga at útnytta djúpt korrupt menniskju.

Guvernørurin Ron DeSantis
Um Florida er eitt undangonguland, so stendur væl til. Tí har hava tey rudda heilt upp í øllum lógarverkinum innan vallóg. Og fantastiski Guvernørurin Ron DeSantis, verður longu nú hildin at vera ein framtíðar Forseti. Tí hann hevur ført Florida ígjøgnum Covid-19 ørskapin, við at hava mest møguligan mobilitet og við at hava persónligt frælsi varðveitt.

Nú flytir eitt stórtal av fólkið til Florida, har løgreglumenn, brandmenn og heilsustarvsfólk vera vard og vird. Faktiskt biður hann uniformerað starvsfólk koma til Florida at arbeiða, um tey føla seg ótrygg í teimum bláu Statunum, har BLM, antifa og umhvørvisvillleidd hava ræði á politikarum og fjølmiðlum.

Annars sær tað ljóst út komandi vikurnar, um hendan gjølla kanningin í Arizona fær frið. Tí Mishigan, Wisconsin, New Hampshire og Georgia, umhugsa at gera slíkar kanningar eisini.

Í Georgia stendur so illa til, at sjálvt videoprógv frá náttini millum 3. og 4. novembir var vrakað. Har sóust 4-5 menniskju tabulerað atkvøður í tímavís um náttina, uttan nakra sum helst eygleiðing. Tey vóru tikin uppá feskan gerning, men fjølmiðlar og tøknirisar bóðu menniskju lata vera við at trúgva sínum egnu eygum.

Sjálvur rokni eg við at Arizona setur hol á ballónina. Eg veit at tey seku royna alt, fyri at steðga hesari kanning, men sum nú er sær tað út til at makt sundurskiljingin í Grundlógini hevur klára at hildi tey seku burturi.

DOJ (Department of Justice) roynir at leggja eftir fyrrverandi Borgarstjóra í New York (Rudy Giuliani), tí hann er løgfrøðingurin hjá Donald Trump Forseta, og eitt stórt talurør fyri hvussu valsvikið var framt.

Tey seku halda at yvir 80 milliónir veljarar (tað talið ið Trump veruliga fekk til valið) kunnu teppast og forfjónast, men tey fáa eina kalda veking skjótt.

Livst so spyrst! :)

Vilhelm Hendrik í Skálanum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo