07 Vestur: 07 Vestur hevur júst gjørt sáttmála við Ára Arge, sum soleiðis verður fyrsti leikarin hjá Michael Schønberg. Verjuleikarin flytir vestur eftir eitt gott kappingarár í EB/Streymi.
19-ára gamli Ári Arge er upprunaliga úr HB, men fekk sínar fyrstu dystir í Betri Deildini fyrraárið, tá hann varð leigaður til AB. Fyri AB spældi hann nær um hvønn dyst eftir summarsteðgin. Í fjør gekk leiðin so til EB/Streym, eisini uppá leiguavtalu við HB, har hann varð ímillum stuðulsleikararnar og spældi næstan hvønn dyst. Hesi tvey árini eru tað so blivið til 36 dystir í Betri Deildini og 3 í steypakappingini.
07 Vestur hevur gjørt leiguavtalu við HB, og Ári er longu byrjaður at venja við nýggju liðfeløgunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo