Tórshavnar kommuna: Týsdagin 18. juni 2024 til týsdagin 25. juni 2024 dagføra vit spillivatnsskipanina á Argjavegi beint við niðurkoyringina til bátahylin á Argjum. Arbeiðið hevur við sær, at vit mugu steingja vegin yrkadagar frá klokkan 8.30 til 15.30, meðan arbeiðið fer fram. Arbeiðið er væntandi liðugt 25. juni klokkan 15.30.
Meðan vegurin er stongdur, ber ikki til at koyra oman til bátahylin og út á Argjaboða. Vit heita tí á allar íbúgvar í økinum um at taka neyðug atlit, áðrenn arbeiðið fer í gongd.
Hevur tú spurningar, ella vilt tú boða frá serligum umstøðum í hesum sambandi, sum vit skulu taka hædd fyri, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á torshavn(at)torshavn.fo ella telefon 30 20 10.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo