Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Høllin á Argjahamri er saman við høllini á Fløtum í einari serstøðu í mun til aðrar hallir í kommununi. Tær eru fastbygdar í einum fólkaskúla, og tí eru tær ikki atkomiligar aftaná skúlatíð til børn og ung at brúka til frítt spæl. 

27 M2 MINKAÐIR NIÐUR Í 12 M2
Verandi samgonga raðfesti ikki eina nýggja inngongd í fíggjarætlanini fyri 2024. Hóast tað síggja vit nú, at ein broyt er komin at grava. Hvussu ber tað til?

Jú, mentanarnevndin mælti í fjør til at gera eina inngongd umframt pláss til eina sølubúð/tekøk á 27 m2.  (Sí. tekning)

Sjálvt um pengar ikki vóru settir av til útbyggingina, so vildi man knappliga gera hana. Man metti, at tað fór at kosta beint omanfyri 2 mió kr.  Hetta varð samtykt í vár, nú stendur maskinan har. 

2 MIÓ UTTAN JÁTTAN 
Pengarnir vóru jú ikki raðfestir. 

Projektið er óivað av tí orsøk spart niður í eina helvt. Man fann 1 mió sum ikki var brúkt til dagstovnin á Hamrinum.  Heppið. 

Tað hevur við sær, at inngongdin sum skuldi vera 27 m2 nú verður 12 m2,  og einans ein inngongd. 

Sjálvandi skulu børn í allari kommununi hava fría atgongd til okkara hallir, sjálvandi. 

Men tá tað bert snýr seg um valflesk fyri at kyrra veljarar áðrenn 12 november, og intentiónin um at veruliga geva argjabørnum góðar og virðiligar umstøður ikki er endamálið, so er best at taka broytina av økinum og steðga arbeiðinum nú. 

Í komandi íløgujáttan megna vit í Tjóðveldi at raðfesta eina veruliga inngongd, sum ikki einans er ein inngongd. 

Lat okkum ikki endurtaka feilin enn einaferð. 

Skúlin bleiv upprunaliga bygdur við einari hálvari høll, tí man spardi. 5 ár seinni mátti man so undir útbygging til eina heila høll.  

Nú fáa vit ein lítlan durð, sum so ger, at vit enn einaferð skulu afturumaftur seinni.  

Hvat kosta hesi valfleskini ikki skattagjaldarunum? 

Lat okkum raðfesta tað í fíggjarætlanini og gera tað ORDILIGT!

Heidi Lava Elgeirsdóttir
Valevni fyri Tjóðveldi til kommunuvalið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo