Hvalbingurin, Andras Mortansson, kona hansara, Elspa Dánjaldóttir av Kjalnesi, og húski teirra búsettu seg á Argjum í februar 1829. Árið fyri, 9/5 1828, hevði Andras keypt Argir á uppboðssølu norðuri í Saksun. Talan var um ognina, sum hoyrdi til spitalskusjúkrahúsið, sum verið hevði á Argjum. Í øðrum endanum á "hospitalinum" var eitt lítið kamar, ið varð brúkt sum kirkja. "Kirkja" hevur sostatt verið á Argjum í fornari tíð.
GRÓT- OG JARNSMIÐIRNIR: Andras og Elspa vóru hegnisfólk, og synir teirra gjørdust tiltiknir sum framúr góðir grótlaðarar og jarnsmiðir (ikki minst dugdu summir teirra sera væl at smíða og prýða grindaknívar).
Argjamenninir hava m.a. laðað snotiligu grótbygningarnar í Havn, Býráðshúsið, Sparikassan, Føroya Banka, Múllers pakkhús, Evensens pakkhús o.a. Teir fingust enntá við grótútflutning. Tiltikin er gróttrappan á Christiansborg í Keypmannahavn, sum argjamenn gjørdu fyri meir enn 100 árum síðani.
NÝGGJ KIRKJA: Nú nýggj, stásilig kirkja skal smíðast á Argjum, verður vónandi hugsað um niðursetufólkini, soleiðis at grót verður partur av kirkjuni, bæði innan- og uttandura.
Spell, at kirkjuverkætlanin hevur elvt til tvídrátt millum manna. Undirritaði hevur eitt serligt tilknýti til kirkjuloftið í núverandi kirkjuhúsinum á Høvdakúlu og vónar, at vit skjótt fáa avgreitt málið um kirkjuna á skilagóðan hátt.
Argir, skjótt vaksandi heimbygd okkara, hevur (hava) óivað brúk fyri einari størri og bæriligari kirkju.
Vónandi fer orðafellið um laðingina av einum tiltiknum kirkjubygningi í Argja grannabygd fyri sunnan ikki at gerast veruleiki um Argja kirkju.
Blíðan byr við verkætlanini!
Við argja- og kirkjukvøðu
Eyðun á Borg
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo