Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavcnar kommuna: Niðurstøðan hjá tekniska stjóra og leiðaranum á byggimálsdeildini í tilmæli til býráðið var, at fyrisitingin metir, at fyriliggjandi umsókn um byggiloyvi lýkur allar treytir at fáa byggiloyvi, og at byggivaldið tískil hevur skyldu til, og umsøkjarin krav upp á, at fáa útskrivað byggiloyvi til ætlaðu byggingina.

Byggi- og býarskipanarnevndin hevði málið til viðgerðar 12. februar 2024. Atkvøtt varð um málið og Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen atkvøddu blankt, Súsanna Olsen atkvøddi ímóti, men Annfinn Brekkstein og Jákup Dam tóku undir við tilmælinum. Jákup Dam kravdi málið fyri býráðið.

Tilmælið frá tekniska stjóranum og leiðaranum á byggimálsdeildini til í kvøld var at staðfesta avgerðina um at skriva út byggiloyvi við treytum um, at økið uttan um kirkjuna verður endurskapað, soleiðis sum tekningarnar, sum liggja við umsóknini um byggiloyvi, vísa, og annars við treytum sum umsitingin setur.

Á býráðsfundi í dag legði borgarstjórin fram broytingaruppskot, har mælt verður til at taka undir við byggi- og býarskipanarnevndini við teirri broyting, at veitt verður kirkjuráðnum á Argjum byggiloyvi til nýggjan kirkjubygning treytað av, at farið verður ikki undir jørðarbeiðið, fyrrenn ein fullfíggjað kostnaðar-, tíðar- og byggiætlan fyriliggur fyri allari byggingini. 

Hetta varð samtykt við 8 atkvøðum fyri og 5 ímóti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo