Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fáur trúði, at Javier Milei 17/1 fór til verka so hart, sum hann lovaði til valið.

Hann var so bersøgin, at svidnaroykurin luktaði upp undir loftið í Davos.

Sosialistisku milliardingarnir hava aldri fingið so av grovfíluni sum frá Milei.

Globalistarnir hava uppiborið so sterkan lút til skurvut høvd, ið hann gav teim.

Nevndi nýliga mótbrekkuna  hjá Milei fyri at bjarga Argentina frá húsagangi.

Náttúruríka Argentina ein sorgarleikur
Politiska støðan hjá næst størsta landi í Suðuramerika er syndarlig.

Argentina er 2,8 mió km2 (1/3 størri enn Vesturevropa) við 45 mió íbúgvum.

Tað fall frá heimsins 8. ríkastu landi pr høvd í 1946 til eitt armóðsbøli í dag.

Í 1946 tók herovastin, Juan Peron, statsvaldið, men varð frákoyrdur í 1956.

Hesi 78 árini hava ótaldar sivilar og militerar stjórnir og forsetar stýrt.

Allar stjórnir hava verið hildnar uppi ella niðri av sosialistiskum fakfeløgum..

Eingin politikari skal bjóða til at verða valdur uttan stuðul frá teimum.

Tað er trupult at fáa ‘arbeiði’ uttan gjøgnum nálareyguni hjá Peronistum.

Fakfeløg ella hernarvald, 40% av argentinum liva nú undir fátækramarkinum.

Korrupt Peronist-fakfeløg
Peronist-fakfeløginii hava í 78 ár hildið Argentina í einum krikataki.

Arbeiðsloysið sigst liggja um 10%. Men ‘arbeiði’ er ofta minstaløn uttan avrik.

Flestu vinnugreinar og størri fyritøkur eru almenn ogn ella hart reguleraðar.

Hesi ‘kollektiv’ kosta statskassanum meiri ár um ár, enn hann fær inn í skatti.

Almenni geirin er tvífaldaður í tali av starvsfólki og kostnaði farnu 15 árini.

Bert fá søgufólk kenna talið á statsbankarottum og falnari, eftirgivnari skuld.

(5 ferðir er argentinski statskassin saneraður og skuld strikað síðan 2001).

Inflatiónin fór í fjør upp um 150%, og argentinska gjaldoyrað er útholað.

Nú hjálpa ikki katólsk kirkja, hermegi, aðalstætt og enn minni fakfeløg.

Tey og alment stuðlaðar fyritøkur hava piðað búskapin á svaðasvørði

Ein argentini má gjalda 826 Pesos fyri 1 USD. US$ vaks og Pesos minkaði.

Nú noyðist Milei at lækka Pesos niður í helvt, altso 1.500 pesos fyri 1 USD.

Tá hevur hann sítt sanna virði og er ikki gjaldoyra við tveimum virðum.

Tá kann Argentina krøkja seg í US$ og ikki longur prenta pengar eftir tørvi.

‘Enter Javier Milei anno 2023’
Sum ketta úr høvdatrog kom hesin ókendi Javier Miley inn í forsetavalið.

Hann agiteraði sum ein ódn. Búmerkini vóru ein motorsag og ísraelsflaggið.

Milei skal steingja 9 av 18 aðalráðum, sum onga nyttu gera, men bara kosta.

Eitt slíkt er aðalráðið fyri javnstøða millum kynini og ‘fólksins lukku’.

Milei vil samstarva mest við Ísrael og USA. Tað er óvanligt í Suðurmerika.

Kina og Rusland skulu bert vera vanligir handilspartnarar.

Her kom ein 53 ára gamal maður, prof í búskapi, ið gartar meir enn Trump.

Mest minnir Milei tó um Mogens Glistrup , tó ikki so misháttur og hársárur.

Argentinski veljarin hevði fingið ovmikið av gomlu politikarunum.

Milei vann forsetavalið stórt við 56% móti 45% til sosialistiska valevnið.

67% av øllum veljarum undir 30 ár valdu nýggja brandborgarliga valevnið.

Hetta var helst størsta skriðulop til nakað argentinskt val síðan 1950-ini.

Somu kós til innsetanina
Mong væntaðu, at Milei skifti kós, táið hann var innsettur á Plaza de Mayo.

Vanliga repa víðgongdir politikarar segl og haka í, táið yrkadagurin kemur.

Men ikki Milei, orðhaldin maður, ið heldur hálar róðurarmin longri í stýriborð.

Fyrst var tó politiskur friður frá valinum 19/11 til innsetanina 10/12.

So arbeiddi forsetin við einum hópi av fyriskipanum og lógaruppskotum.

Hann vil einskilja stórar sum smáar almennar fyritøkur, serliga Kringvarpið.

Hann veit, at eitt alment kringvarp avskeplar mannahugsan og fólkavitan.

Hansara stóru fyrimyndir eru Thatcher, Reagan og Jóannes Páll II pávi.

Argentinski forsetin hevur víðari heimildir enn t.d. tann amerikanski og franski.

Til at broyta skatt krevst meiriluti í undir- og yvirhúsinum.

Tað verður trupult at fáa Argentina aftur á beint uttan stórar skattabroytingar.

Men Milei hevur ongan flokk at stuðla sær í argentinska Tjóðartinginum.

Bert 35 limir av 257 í lægra kamari stuðla honum og bert 8 av 72 senatorum.

Mótbrekkan verður brøtt hjá Milei til at fáa sínar víðgongdu ábøtur samtyktar.

Bumban brast í WEF í Davos
Tøgn var aftur um argentingskan politikk til rokfundin í Davos í Sveis.

Milliardingarnir í WEF mátti bjóða argentinska forsetanum at røða 17/1.

Í World Economic Forum sita ríkmenn sum Klaus Schwab, stovnari og form.

Maðurin er farin av 80 og hevur eitt Gud-kompleks.

Schwab arbeiðir fyri, at allur heimurin skal skipast undir einari stjórn.

“Eingin skal eiga nakað, so verða øll eydnurík” er rakstrarrópið hjá Schwab.

Aðrir toppmenn eru George Soros, Warren Buffett, Charles kongur III, Bill Gates, Mark Zuckerberg, Jeff Bezos.

Premiuidiotur og klimafascistur er John Kerry, ið gifti seg til milliardir hjá Heintz (ketchup, salad cream og slíkt) og er ‘klima-tsarur’ hjá Biden.

Hesir og 100-tals aðrir savna seg til komandi kollektivt stýri av heiminum.

Hesi fólkini ætla eitt ‘Reset’ av heimsins framleiðslu og øllum íbúgvum.

Tey ætla at seta ‘kipp’ í øll fólk at máta okkara føði, lesnað, miðlar, ‘CO2 spor’, sosial poeng fyri lýdni, peninganýtslu, arbeiði,okkara tørv o.t.

Eingin av nevndu ríkmonnum hevði fingið atkvøður til nakað demokratiskt starv.

2.500 luttakarar sótu í høllini í Davos, táið Milei loysti frá posabandinum.

Fleiri av teimum hava verið himmalfallin og ynskt sær luktisalt ella kamferdropar.

Endiliga er ‘mótkollveltingin’ til sosialistiska rákið í ein mansaldurr byrjað.

Leggur dent á  5 høvuðstættir
Milei legði áherðslu á 5 tesur í 22 minuttir longu røðu síni.

Her eru 5 høvuðsmál og video til teirra, ið eru komin so langt at lesa hetta.

Ein amerikanskur SV-vertur leggur tekstin út í røðuni hja Milei:

1) Kapitalisma er besta og einasta uppskrift móti hóp fátækradømi.

2) ‘Sosial rættvísi’ er ein sjálvmótsøgn, og 0-summ hugsundarháttur kávar út yvir, hvussu búskapur virkar.

3) Sosialisma hevur aldri bøtt lívið hjá øllum fólkinum og hevur 100 mió mannalív á samvitskuni.

4) Vestanlond verða nú hótt av nútiðar sosialismu.

5) Íverksetarar og vinnulívsfólk mugu verja tað, tey gera til at bøta egnar umstøður og tær hjá teirra medmenniskjum.

Her er røðan hjá Javier Milei, nývalda argentinska forsetanum, ið ‘breyt I-netið’.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo