Sum fyrsta land í heiminum hevur Argentina júst avgjørt at seta fullkomið bann móti aling av laksi. Í juli í ár samtykti politiska skipanin í landslutinum Tierra del Fuego lóg, sum setur bann móti at víðka um alivinnuna. Eftir umsókn frá alifyritøku at skipa alivinnu í økinum varð svarið frá regionala ráðnum fult og heilt, at seta bann móti allari aling í Tierra del Fuego, við grundgevingini at avleiðingarnar fyri umhvørvið og djóralív vóru alt ov álvarsamar. Hav- og strandaøki út fyri Argentinsku stendurnar er tídningarmikið ”hotspot”, sum tikið verður til, fyri stórt lívfrøðiligt margfeldni, og við stórum taraskógum, ið m.a. eisini hava týdning at minka í koltvíiltuútlát og fyribyrging móti veðurlagsbroytingum.
Stórir møguleikar eru annars fyri laksaaling í Argentina, men kemur avgerðin at hava við sær fullkomið bann móti laksaling út fyri Argentinsku strendurnar. Til miðilin Mercopress leggur ein av politikkarunum dent á tídingin hetta stig hevur til at varveita og tryggja náttúruvirðini, ílegutilfeingið hjá øllum livandi og tess umhvørvi javnbjóðis burðardyggari búskaparligari menning.
Frá umhvørvisfelagsskapinum South Conservation People sigur umboðið Javier Trivelli: ”Vit ynskja at heimurin skal vita, at fólkið frá einum av heimsins mest avsíðisliggjandi plássum, hevur sett seg upp móti tí altoyðandi aliídnaðinum”. Og boðini vóru sera væl móttikin í grannalandinum Chile, har laksalingin er blivin ein vaksandi spurningur fyri náttúru- og umhvørvisverndina og vernd hjá upprunafólkum og teirra liviumstøðum.
Javier Trivielli sigur annars, sum vit kenna tað her heimanífrá, at alivinnan hevur við sær minking í súrevnisnøgd, útbreiðsla av laksalús, útlát av heiluvági og vandamiklum kemiskum evnum, uppibland og íleguniðurlagan av villa laksinum, og eina sum heild stóra útbreiðslu av virus og fiskasjúkum. Javier undirstrikar álvarsemið, at fóðuri til alilaksin stavar frá ídnaðarveiðu av sera heilsugóða pelagiska fiski teirra, ansjosin, ið er ein av heimsins mest troyttu fiskastovnum.
Um alivinnuna kringum í heiminum sæst ein javnbóðis gongd. Canadiska stjórnin hevur fingið nýggjan ráðharra innan umsiting av alivinnu, og er her talan um kvinnu, ið er hart ímóti framhaldandi aling. Í landslutinum British Columbia á vesturstrond Canada eru ovurstórir trupulleikar við øktari dálking, truplum umstøðum hjá villa laksinum at gýta vegna stóru nøgdirnar av laksalús, og ein álvarsom hóttan á lívfrøðiliga margfeldni á landi....har ein røð av villini djórum er bundin at árligu gýtingin hjá villa laksinum. Bjarnir doyggja í hungri og ørnin hevur trupult við at finna føði. Avleidd neilig árin eru á ótal av smærri djórum javnt sum taðingin á villini gróður eisini hvørvur.
Canadiska stjórnin hevur uppsagt alifyritøkurnar MOWI og Cermaq, og givið boð at lokað teirra virksemið, ið skal verða burtur um fá ár. Við eystrurstrond Canada, New Foundland og stóru vøtnum kringum, sæst sama gongd sum á vesturstrond Canada.
”Burðardygga” alivinnan, sum skal veita føði til heimsins borgarar vísir seg at hava rættuliga stórt og neiligt árin á havumhvørvið, eisini lívfrøðiliga margfeldni á landi, og eina annars álvarsama slagsíðu til fólksins tørv til frítið og sálarbót í sínum nærumhvørvið. Skapanarverkið er ikki givið okkum til ráa misnýtslu, men ætlað verandi sum komandi ættarliðum eina virðiliga, trygga og haldbara framtíð í samljóð við náttúru og umhvørvið.
Kann verða at landsins politikkarar hugsa seg sera væl um, bæði eina og inntil fleiri ferðir, nú fyrsta landið í heiminum, Argentina, setti fullkomið bann móti laksaling.
Kári Thomsen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo