Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyska liðið, ið byrjaði móti Hollandi - Mynd: Jan Djurhuus

Áki Samuelsen gjørdi trý av teimum fýra málunum, ið U19-landsliðið skoraði á venjingarleguni í Spania – Mynd: Jan Djurhuus

Føroyska liðið, ið byrjaði móti Hollandi - Mynd: Jan Djurhuus

Føroyska liðið, ið byrjaði móti Hollandi - Mynd: Jan Djurhuus

Áki Samuelsen gjørdi trý av teimum fýra málunum, ið U19-landsliðið skoraði á venjingarleguni í Spania – Mynd: Jan Djurhuus

FSF: – Vit spældu tríggjar spennandi og tættar dystir, og eg ivist onga løtu í, at okkara spælarar hava fingið nógv burturúr. So samanumtikið var hetta sera góð fyrireiking til EM-undankappingina, sum verður í november.

Soleiðis sigur Sigfríður Skaale Clementsen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum, ið farnu vikuna hevur verið á venjingarlegu í Pinatar, sum liggur í landsynningspartinum av Spania.

Mótstøðuliðini vóru U18-landsliðini hjá Belgia, Onglandi og Hollandi. Tríggjar stórar evropeiskar fótbóltstjóðir, ið teljast millum tær bestu í heiminum, og føroyska mótstøðan í spanska hitanum var eisini sterk.

Men allir dystirnir vóru tættir, og móti Hollandi lúrdi ein lítil sensatión. Tað var ikki fyrr enn í síðstu minuttunum, at hollendarar fingu tvey mál, og vunnu 3-2.

Í fyrsta dystinum á venjingarleguni spældu okkara dreingir móti Belgia, sum vann 3-1. Føroyska málið gjørdi Ejvind Mouritsen. Síðan varð spælt móti Onglandi, og tá gjørdist úrslitið 2-1 til onglendingar. Føroyski málskjúttin var Áki Samuelsen, ið eisini skoraði bæði málini móti Hollandi.

– Vit vistu framman undan, at talan fór at vera um torførar dystir. Men eg eri ótrúliga væl nøgdur við innsatsin hjá okkara spælarum. Teir vístu ikki bara góðan vilja, men eisini gott spæl. So vit eru spentir og síggja ljóst upp á komandi uppgávur, sigur Sigfríður Skaale Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Næst á skránni er EM-undankappingin, sum verður í Kroatia frá 14. til 23. november. Føroyar eru í bólki saman við Kroatia, Ísrael og Finnlandi.

Áki Samuelsen gjørdi trý av teimum fýra málunum, ið U19-landsliðið skoraði á venjingarleguni í Spania – Mynd: Jan Djurhuus

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo