Svar upp á § 52 a fyrispurning nr. 52-063/2022 um dagstovnar og dagrøkt, frá Liljuni Weihe, løgtingskvinnu, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum.
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvussu fremur landsstýrismaðurin yvirskipaða eftirlitið við, at kommunurnar umsita dagstovnar og dagrøktir sambært løgtingslóg um dagstovnar og dagrøkt?
2. Liva dagstovnarnir upp til ásetingina um starvsfólkabýtið í lógini, sum ásetur, at í minsta lagi 2/3 skulu vera námsfrøðingatímar og í mesta lagi 1/3 hjálparfólkatímar?
3. Hvussu vil landsstýrismaður tryggja, at børn fáa góðar og tryggar umstøður á dagstovnaøkinum?
Svar
Til 1: Sambært § 10 í dagstovnalógini hava kommunurnar eftirlit við dagstovnum og dagrøktum, og landsstýrismaðurin hevur yvirskipaða eftirlitið við, at kommunurnar umsita dagstovnar og dagrøktir sambært krøvum og ásetingum í dagstovnalógini. Landsstýrismaðurin fremur hetta yvirskipaða eftirlit fyrst og fremst við samskifti og samstarvi við Kommunufelagið um, hvussu vit á konstruktivan hátt kunnu menna fakligt innihald, viðurskifti og umstøður á dagstovnaøkinum. Harumframt samskifta vit við einstakar kommunur eftir tørvi, og tá einstøk mál ella evni skulu umrøðast.
Framleiðsla av hagtølum á dagstovnaøkinum er ein partur av okkara yvirskipaða eftirliti, og saman við Hagstovuni og Kommunufelagnum eru vit nú í eini tilgongd at menna okkara skipan av hagtølum á barnamenningarøkinum, soleiðis at tey eru álítandi, góðskutryggjað og altjóða sambærlig.
Til 2: Í dag liva dagstovnarnir ikki upp til ásetingina í dagstovnalógini um, at í minsta lagi 2/3 skulu vera námsfrøðingatímar og í mesta lagi 1/3 hjálparfólkatímar. Á dagstovnaøkinum hava vit eins og á øllum vælferðarøkinum eitt starvsfólkatrot, og eitt trot á útbúgnum fakfólkum. Tískil hava vit raðfest upptøku av tveimum flokkum av námsfrøðilesandi tey komandi árini, umframt í samráð við Námsvísindadeildina gjørt tillagingar í námsfrøðiútbúgvingini, soleiðis at størri dentur verður lagdur á dagstovnanámsfrøði.
Til 3: Landsstýrismaðurin fer fyrst og fremst gjølla at nærlesa nýligt handað tilmæli frá dagstovnaráðnum um, hvussu vit kunnu tryggja, at børn fáa góðar, tryggar og mennandi umstøður á dagstovnaøkinum. Landsstýrismaðurin vil SAMAN við kommununum og øðrum viðkomandi myndugleikum og áhugapørtum tryggja menning á dagstovnaøkinum til frama fyri barnsins besta.
Samgongan vil virka fyri einum lønarlyfti, og landsstýrismaðurin ynskir eina betran av arbeiðsumstøðunum á økinum, soleiðis at vit varðveita og hjúkla um okkara núverandi starvsfólk, eins og skapa atdráttarmegi til onnur at útbúgva seg og søkja sær starv innan hetta innihaldsríka og týðandi øki. Í hesum sambandi er ætlanin at gera tað lættari hjá hjálparfólkum at nema sær námsfrøðiútbúgving (eitt nú við meritútbúgving ella ískoyisskeiði). Landsstýrismaðurin er í gongd við at seta arbeiðsbólk at gera álit í sambandi við komandi dagføringar í dagstovnalógini, ið skulu bøta um yvirskipaðu karmarnar, soleiðis at okkara børn fáa enn betri umstøður á dagstovnaøkinum til at mennast.
Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo